Landsstýrið skal næstu dagarnar finna einar 200 milliónir krónur í almennum sparingum, skal hallið á fíggjarlógini fyri 2006 ikki vaksa samanborið við í ár.
Útvarpið visti mánakvøldið at siga, at tá ið framrokningar av inntøkum og útreiðslum hjá tí almenna eru gjørdar fyri næsta ár, er hallið á fíggjarlógini einar 430 milliónir krónur.
Tí skal landsstýrið spara einar 200 milliónir krónur, um ikki hallið á fíggjarlógini skal vaksa næsta ár.
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, váttaði fyri Útvarpinum, at tølini, sum landsstýrið nú arbeiðir við, eru á leið hesi.
Útreiðslurnar kunnu vaksa meira
Sambært stýrisskipanarlógini skal uppskotið um fíggjarlóg leggjast fyri løgtingið áðrenn 1. oktober, og tí hevur landsstýrið einki langt skóðbrá at arbeiða við. Fíggjarlógaruppskotið skal prentast, áðrenn tað verður lagt fyri tingið, og tí nærkast tíðarfreistin fyri uppskotinum nú av álvara.
Í uppskotinum til fíggjarlóg verður hædd ikki tikin fyri, at lønarútreiðslurnar hjá tí almenna møguliga vaksa í heyst.
Nógvir av sáttmálunum á almenna arbeiðsmarknaðinum ganga út 1. oktober, og tí skulu samráðingar nú gera av, um almennu lønir skulu vaksa, og hvussu nógv tær møguliga skulu vaksa.
Møguligar lønarhækkingar koma tí afturat teimum útreiðslum, sum landsstýrið hevur gjørt upp fyri næsta ár.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá landsstýrismanninum við fíggjarmálum áðrenn evstamark á blaðnum í gjár.