Landsstýrið orðar nýtt fullveldisuppskot

Tinganes 15:55: Samgonguflokkarnir eru á landsstýrisfundi í dag komnir á samt um eitt nýtt uppskot á fullveldisleið at leggja fyri tingið.

 

Í løtuni sita samgonguflokkarnir á landsstýrisfundi í Tinganesi. Teir arbeiða við at orða eitt nýtt uppskot til samtyktar at bera í tingið á fullveldisleið. Hetta uppskotið innheldur onga fólkaatkvøðu. Freistin at bera uppskot niðan á løgtingsskrivstovuna átti eftir røttum at verið úti nú kl 16, men løgtingsformaður hevur givið landsstýrinum freist til kl 17.

Fyri løtu síðani var Høgni Hoydal úti í gongini og hann væntar, at fundurin verður liðugur um góðan hálvan tíma.