? Mannagongdin hjá landsstýrinum viðvíkjandi sjúkrahúsmálinum kann als ikki góðtakast.
Kristian Magnussen heldur tað vera heilt burturvið, at landsstýrið virðir leiðslurnar á almennum stovnum so lítið, at tá leiðararnir taka avleiðingarnar av lágu játtanunum og velja tungu byrðuna at seta navn á uppsagnir, kemur landsstýrið brádliga og útsetir trupulleikan, tí hann er vorðin ein politiskur trupulleiki.
Ov lágar játtanir
? Størsti trupulleikin í málinum um Landssjúkrahúsið er, sum vit øll vita, at tað fær alt ov lítla játtan. Hetta er í veruleikanum nakað, ið er galdandi fyri allar teir tænastustovnar, vit skattgjaldarar hava krav uppá.
Kristian Magnussen vísir á, at vit gjalda høgan skatt fyri at hava eitt gott skúlaverk, gott heilsuverk og gott almannaverk. Men myndugleikarnir ynskja sambært Kristiani Magnussen ikki at játta nóg nógv av skattapeninginum til hesar tænastur, og tí er skilið sum tað er.
? Hetta er alt annað enn rætt, tá vit hava eitt stórt yvirskot á fíggjarlógini. Hava vit ikki í dag ráð til at dagføra sjúkrahúsini og veita eina betri sjúkrarøkt, fáa vit tað aldri, sigur javnaðartingmaðurin og vísir á, at trupulleikin við ov lítlari játtan innnan sjúkrahúsverkið ikki bert er galdandi fyri Landssjúkrahúsið, men eisini fyri Suðuroyar Sjúkrahús.
Virða ikki leiðslurnar
Kristian Magnussen heldur tað vera mannminkandi, at seta leiðslurnar á sjúkrahúsunum í ta støðu, at tær á hvørjum ári skulu seta nøvn á uppsagnir, sum kanska ikki verða framdar hóast alt.
? Leiðslurnar royna alt tær kunnu at fáa tað at bera til at reka sjúkrahúsini innan fíggjarkarmarnar, men tá tær síggja, at tað ikki ber til, mugu tær seta seg við uppsagnarlistanum.
? Tað stendur uttan iva nógv á deildarleiðarunum, ið noyðast at seta seg niður og seta nøvn á eitt ávíst tal av uppsagnum. Men uppaftur verri er tað, tá myndugleikarnir brádliga síggja politiska trupulleikan, blanda seg uppí og útseta uppsagnirnar. Slík mannagongd kann ikki góðtakast. Tað ber ikki til bara at skumpa trupulleikarnar fram, sigur Kristian Magnussen.