Landsstýrið samt við Nyrup

Landsstýrið heldur røðuna hjá danska forsætisráðharranum á fólkatingi hósdagin benda á virðiligari samráðingar enn seinast. Eisini er landsstýrið samt í nógvum av innihaldinum

John Johannessen


Føroya Landsstýri tekur undir við sjey av nýggju brotum í røðuni, danski forsætisráðharrin helt undir orðaskiftinum á fólkatingi hósdagin um ríkisrættarligu støðu Føroya.

Hetta sæst í skrivligum viðmerkingum, landsstýrið hevur sent fjølmiðlunum eftir orðaskiftið.

Landsstýrið heldur frágreiðingina og orðaskiftið sum heild vera tekin um, at teir komandi fundirnir millum landsstýrið og stjórnina fara at verða virðiligari, enn fundurin tann 17. mars.

Fyrsta brotið í røðuni, landsstýrið tekur undir við, er at Nyrup vísir á, at Føroya fólk skal taka eina avgerð, eitt val, sum í veruleikanum bert kann og skal takast í Føroyum.

Landsstýrið heldur, at forsætisráðharrin við hesum virðir tey fólkarættarliga tryggjaðu rættindini hjá føroysku tjóðini at taka avgerð um egna lagnu. Tí sigur landsstýrið seg fegnast um hesi orð.

Danskir forsætisráðharrin segði seinni í røðuni, at tað, ið bindur danir og føroyingar saman, eru tey sterku mentanarligu bondini, somuleiðis sum felags søguligu bondini.

Hesum tekur landsstýrið fult undir við og vísir á, at at tað ikki eru pengar og politiskt vald, ið knýta føroyingar og danir saman. Harafturímóti vísir landsstýrið á, at bondini, ið knýta, eru tey mentanarligu, søguligu bondini, eins og tey familjubondini.

Landsstýrið vísir á, at hetta júst er orsøkin til, at Landsstýrið vil koma burtur úr tí búskaparliga og politiska bundinskapinum, sum í so nógv ár hevur elvt til klandur og stríð millum tjóðirnar.

Hinvegin heldur landsstýrið, at tá bundinskapurin er burtur, kunnu tjóðirnar í einum veruligum felagsskapi samstarva um tað, sum knýtir tær saman, uttan at togast um valds- og peningaspurningar.

Danski forsætisráðharrin kom eisini inn á alheimsgerð í røðu síni, og vísti hann á, at heimurin er nógv broyttur seinastu tíggju árini. Alheimsgerðin er vorðin ein veruleiki, kappingin er vorðin harðari og altjóða búskapur hevur ræðið.

Eisini hesum orðum tók landsstýrið fult undir við. Landsstýrið vísir í tíðindaskrivinum á, at tað í øllum sínum fyrireikinum til fullveldisætlanina hevur tikið støði í, at altjóðagerðin er ein veruleiki. Hetta sigur landsstýrið vera eina av fremstu orsøkunum til, at Føroyar skulu hava fullveldi.

? Fullveldi er atgongumerkið, sum gevur atgongd til luttøku í altjóða samstarvi og altjóa felagsskapum. Tað er bert um Føroyar ikki fáa fullveldi, at altjóðagerðin verður ein trupulleiki, sigur landsstýrið í tíðindaskrivinum

Grundgevingar landsstýrisins fyri hesum eru, at Føroyar ikki kunnu luttaka í altjóða samstarvi á stjórnarstigi so leingi Føroyar eru undir donskum valdi. Avleiðingin av hesum, heldur landsstýrið kann vera, at Føroyar verða avbyrgdar, og verður hetta til stóran bága fyri føroyskan búskap í framtíðini.

Seinni í røðu síni vísti Poul Nyrup Rasmussen á, at fáa Føroyar fullveldi, merkir hetta fulla politiska ábyrgd - eisini á fíggjarliga økinum.

Hesa útsøgn fegnast landsstýrið um.

Tó fegnast landsstýrið ikki so nógv um, at Poul Nyrup Rasmussen stendur fast við eina skiftistíð á trý til fýra ár. Men landsstýrið er kortini samt við forsætisráðharranum í, at blokkstuðulin skal burtur. Landsstýrið metir útsøgnina hjá forsætisráðharranum sum eitt samráðingarútspæl.

Nyrup vísti á, at heldur ríkisveitingin til Føroya fram, eftir at føroyingar hava fingið fullveldi, fer hatta at gera, at vit reka ein ábyrgdarleysan búskaparpolitikk.

Eisini hesum tekur landsstýrið fult undir við.

Næst seinasta brotið í røðu forsætisráðharrans, ið landsstýrið fegnast um, var tá hann segði, at eingin ivi skal vera um, at luttøka føroyinga í danska samfelagnum er virðismikil. Hetta metti landsstýrið sum eina umbering fyri roknistykkið, stjórnin legði fram á fundinum 17. mars.

Poul Nyrup Rasmussen segði eisini, at stjórnin konstruktivt fer at arbeiða fyri at finna samráðingarloysnir í fullveldismálinum. Hetta metir landsstýrið sum eitt tekin um, at tað, sum hendi á fundinum 17. mars ikki fer at endurtaka seg.

Landsstýrið tekur ikki undir við Nyrup, tá hann sigur, at ríkisfelagsskapurin skal metast sum ein felagsskapur millum tveir javnbjóðis partar. Hetta heldur landsstýrið bert ber til uttan fyri ríkisfelagsskapin.