Landsstýrið spælir hasard við okkara pensión?

?Eg eri skelkað av at hoyra, at landsstýrið í sínum uppskoti til nýggja pensiónsskipan ætlar at tvinga okkum føroyingar, sum eru limir í PKA, úr tí skipanini.

PKA er størsta umsitingarfelag fyri pensiónskassar í Danmark, sum fleiri føroysk fakfeløg av søguligu ávum hava verið partur av. Limirnir koma fyri ein stóran part frá heilsuøkinum, og 90 prosent av limunum eru kvinnur. Nú ætlar landsstýrið við lóg at tvinga allar føroyingar, sum hava goldið í hesa skipan, í eina nýggja føroyska skipan.?Eg havi síðan 1971 goldið í mína pensiónsskipan, PKA. 15% av mínari løn fara hvønn mánað í uppsparingina; pengarnir fara til at tryggja míni ellisár, men ein lítil partur fer eisini til tær framúr góðu og bíligu tryggingar, sum eru í pensiónsskipanini. Tað eru tryggingar sum útgjald við deyða, útgjald um eg verði illa sjúk, útgjald um eg missi hjúnarfelaga, útgjald til børn og útgjald við avlamni.?Hóast tað eru stórar upphæddir, hetta snýr seg um, eru tær sera bíligar. Og tað eru tær, tí at PKA er ein samhaldsføst skipan, har vit saman tryggja hvønn annan.?So er tað uppsparingin, sum skal tryggja, at eg havi nakað at liva av, tá eg fari frá. Tann uppsparingin tryggjar mær eitt lívlangt útgjald, og um maður mín framhaldandi livir, tá eg felli frá, so er hann tryggjaður lívlangt útgjald.?Hetta er alt nakað, eg havi goldið til hvønn mánað, síðani eg byrjaði mítt arbeiðslív, og tær upphæddir, sum eru lovaðar mær, eru sjálvsagt treytaðar av, at eg haldi fram, til eg fari frá. Um eg nú verði tvingað burtur úr skipanini, kann eg ikki longur rokna við nøkrum. Hetta ger meg bangnan, og eg dugi slett ikki at skilja, at tað skal vera lógligt at fara soleiðis fram ímóti fólki, sum gjøgnum samráðingar gjøgnum árini hava valt, at pengarnir heldur skuldu fara til pension heldur enn lønarhækkan.?Skulu vit nú revsast fyri tað??Eg havi sum umboð fyri mítt fakfelag verið til nógvar fundir við landsstýrismenn, har nýggj pensiónsskipan hevur verið umrødd, og teir hava allir lovað, at teir ikki fóru at nerta við verandi skipanir. So seint sum í heyst er tað blivið sagt við okkum.?Ongantíð hevði eg trúð, at Landsstýrið bara við einum pennastroki ætlar at oyðileggja hetta fyri meg og øll hini, sum eru í somu skipan. Tað kostar ikki tí føroyska samfelagnum eitt oyra, at eg eri har. Pengarnir eru fult skattskyldugir, tá teir koma til útgjaldingar, og tvørturímóti kann mann siga, at allir sjúkrarøktarfrøðingar, bioanalytikarar, fysioterapeutar og onnur, sum eru í hesari skipan, og longu eru farin á pensión, eru so væl fyri, at tey ikki liggja nøkrum ella tí føroyska samfelagnum til byrðu.?Eg haldi, at tað er harðliga brúk fyri einari pensiónsskipan fyri tey, sum onga hava, men eg dugi ikki at síggja nakra meining í at oyðileggja tað fyri okkum, sum longu hava eina. Og at argumentið skal vera, at tað er ólógligt, haldi eg ikki er brúkbart. Tá vit hava havt hetta, síðani vit byrjaðu í 1966, og hetta varð góðtikið til at halda fram í 1988, tá vit fóru yvir til at hava føroyskar sáttmálar, má tann siðvenjan hava gjørt tað lógligt.?Pensiónspengar eru ikki váðafúsur kapitalur og eg eri sera bangin fyri at politikararnir ikki rættiliga hava skilt hetta. Teir síggja bara eitt gullnám í okkara samansparing, og tað ræðir meg.?Tað er í lagi, um landsstýrið ætlar at tryggja øllum føroyingum eina nøktandi pensiónsskipan. Tað er eisini í lagi, at ein slík skipan skal hoyra heima í Føroyum. Men tað líkist stuldri, tá ið landsstýrið ætlar at tvinga okkum, sum í nógv ár hava goldið inn í PKA, inn í eina skipan, sum ongantíð verður eins góð.