Høgni Hoydal
Tað er við bilsni og treða, at eg síggi, hvussu samgongan við løgmanni á odda fer fram á arbeiðsmarknaðinum og ímóti útjaðaranum.
Bárður Nielsen og landsstýrið hava av sínum eintingum blakað samfelagið út í ein arbeiðssteðg, og hava tikið fólk og vinnu í útjaðaranum til gísla fyri fáa sín vilja ígjøgnum mótvegis einum fakfelag.
Serliga útjaðarin bløðir fyri, at landsstýrismaðurin ikki megnar at samráða seg til eina semju, hóast mótparturin eftir øllum vanligum mannagongdum og eftir seming, hevur góðtikið úrslitið av semingsroyndunum.
Skipini kunnu sigla aftir beinanvegin, um løgmaður og samgongan gera sínum landsstýrismanni greitt, at hann hevur ábyrgdina av støðuni og at tað áliggur honum at finna semju.
Men ístaðin fer løgmaður í tingið at lóggeva ímóti avleiðingunum av gerðunum hjá sínum egna landsstýri. Og løgmaður brúkar tað so sera væl skiljandi ónøgdina í útjaðaranum til at geva fakfeløgunum skyldina fyri verkbannið hjá landsstýrinum.
Tað er ikki bert ein grundlógartyggjaður rættur, men eisini partur av altjóða mannarættindum at fakbólkar kunnu samráða seg til síni sáttmálaviðurskifti. At partarnir á arbeiðsmarknaðinum við teimum amboðum, teir hava, kunnu skipa síni egnu sáttmálaviðurskifti.
Nú fer samgongan við einum javnaðarløgmanni á odda at brúka lóggávuvaldið til at seta rættindini hjá fakfeløgum til viks fyri at fremja viljan hjá arbeiðsgevaranum - enntá eftir at eitt fakfelag hevur góðtikið úrslitið av eini semingsroynd.
Sjálvt tá fakfeløg hava verið í verkfalli, hevur verið breið semja um ikki at brúka lóggávuvaldið til at taka ábyrgdina og rættindini frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.
Men nú verða hesi grundleggjandi prinsipp og rættindi sett til viks, tí landsstýrið sum arbeiðsgevari ikki góðtekur úrslitið av eini seming og hevur framt verkbann.
Fremur samgongan eina slíka dáragerð, so fer tað at fáa djúptøknar avleiðingar fyri allan arbeiðsmarknaðin og fyri føroyska samfelagið í mong ár frameftir.
Tí havi eg staðiliga mælt løgmanni frá at misnýta lóggávuvaldið á henda hátt, og ístaðin at loysa málið í kvøld við at samráða seg til semju. Landsstýrið hevur jú sjálvt lykilin í egnum lumma.