Landsstýrið tikið lán á 1,35 milliardir krónur

Føroya Landsstýri skipaði í dag fyri sølu av lánsbrøvum fyri eitt eitt virði á 1,350 milliard krónur. Tað kann ikki sigast annað enn, at sølan gekk væl, tí longu ein tíma eftir, at tey vórðu sett til sølu, vóru tey øll seld. Talan er um sølu bæði í Føroyum og uttanlands.


Peningurin frá søluni av lánsbrøvum skal nýtast til at rinda gomul lán aftur, ið fella til gjaldingar 22. juni.


Nýggja lánið skal rindast aftur 22. juni 2021, og er talan um eitt standandi lán við fastari rentu.


- Nýggja lánið skal rindast aftur 22. juni í 2021, tað vil siga um fimm ár. Lánið er eitt standandi lán við fastari rentu. Navnrentan, ella nominella rentan, er 0,5%, og effektiva rentan til íleggjarar er 0,47%. Tekningarkursurin var 100,12, skrivar landsstýrið í tíðindaskrivi í dag.


Fígging Landsins á Gjaldstovuni og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna og Nordea hevur selt lánsbrøv uttanlands. BankNordik, Eik Banki, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi hava havt søluna um hendi í Føroyum.