Landsstýrið óttast helst endurgjaldskrøv

– Tað er at renna undan ábyrgd at blíva við at tosa um hesa heimilidina, sum landsstýrið manglar. Vilja tit hava heimildina so fáið tykkum heimildina.

Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.

Við info í morgun sigur løgmaður, at landsins myndugleikar ikki hava møguleikan at seta ferðamannaskipum forboð fyri at koma í havnir í Føroyum.

– Kommunurnar kunnu sjálvar seta forboð fyri ferðamannaskipunum, sigur løgmaður.

Men so einfalt er tað ikki sambært Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn.

Hon sigur, at landið hevur heimild gjøgnum epideminevndina at seta slíkt forboð.

Men vantar landsstýrinum slíka heimild, so er at fáa sær hana, heldur borgarstjórin.

Annika Olsen vísir á, at stjórnirnar rundan um okkum hava verið skjótar at fingið sær tær heimildirnar, tær skulu hava.

– Eg sakni greið boð frá landsins myndugleikum, so tað verður sett forboð. Londini kring okkum hava verið púra greið. Vit hava hlidið teimum burtur.

Í mars skuldi eitt ferðamannaskip koma á Havnina. Tað kom ikki, tí tað fekk boð frá Tórshavnar kommunu um ikki at koma.

– Tað skipið var á veg úr Íslandi. Eg gjørdi tá upp við meg sjálva, at tað skuldi ikki koma inn her við teimum túsund fólkunum umborð, sigur Annika Olsen.

– Tað er óðamannaverk at lata ferðafólk koma í land av ferðamannaskipum í ár. Um landið ikki setir forboð, so mugu vit taka støðu frá máli til mál. Sum støðan er nú, so koma eingi ferðamannaskiðp á havnina í ár, sigur Annika Olsen, sum ikki heldur, at slíkt eigur at vera upp til hvønn einstakan borgarstjóra at taka støðu til.

Hon heldur, at tað hevur sínar orsøkir, at landsstýrið er so afturhaldandi.

– Eg eri bangin fyri, at landið koyrir alla ábyrgdina yvir á kommunurnar, tí tey eru bangin fyri endurgjaldskrøvum, sigur hon.

Tí heldur hon tað ikki bara vera ein spurning um lógarheilmild hjá landsstýrinum.

– Tað er at renna undan ábyrgd at blíva við at tosa um hesa heimilidina, sum tey mangla. So er bara hjá teimum at fáa sær ta heimildina – annað er bara undanførslur, heldur borgarstjórin í Havn.