Skotið varð upp, at vit beinanvegin settu neyðugu orkuna av til at kanna, hvørji tiltøk eru neyðug fyri at minka útlátið nóg mikið til at samsvara við Kyoto-frumskjalið, og løgdu samráðingarúrslitið fyri Løgtingið til støðutakan. (løgtingsmálini 56/2006 frá 23. januar 2007, og 11/2007 frá 4. septembur 2007.)
Fyrra málið varð felt av løgtinginum, tí samgongan segði, at landsstýrið arbeiddi við málinum, og seinna málið liggur í rættarnevndini.
19. sept 2007 leggur løgmaður fram tingmál 29/2007 vísandi til, at danska stjórnin skal hava boð úr Føroyum innan mánadagin 24. september 2007, tí tá er evstamarkið hjá Danmark at boða frá mótvegis ST, um Føroyar skulu gerast ein partur av avtaluni hjá Kongeriget Danmark mótvegis Kyoto-frumskjalinum.
Tað er at harmast um, at vit fáa hesa tilvildarligu viðgerð av hesum stóra málið og ilt at skilja, hví mælt varð til at fella uppskot okkara, hartá vit í januar mánaði staðiliga vístu á, at málið hevði skund.
Tá ið løgtingsmálini 56/2006 og 11/2007 fingu viðger á tingi um ársskifti og aftur nú um dagarnar, varð løgtingið ikki kunnað um, at ein støða skuldi takast áðrenn 24. septembur 2007.
Landsstýrið hevur tíverri lagt so lítla orku í hetta mál, at tað var ikki vitandi um, at tíðarfreistin var um at ganga út, og kom tí ikki á ting við hesum málið fyrrenn 19. septembur - eftir boðum frá dønum.
Løgmaður segði á s. 43 í løgmansrøðuni 2007, at: “Ein bólkur við umboðum úr m.ø. Innlendismálaráðnum og Løgmansskrivstovuni er settur at fyrireika og lýsa, hvat er neyðugt og gjørligt fyri at fremja eitt samskipað átak á økinum. Henda útgreining verður løgd fyri Løgtingið saman við uppskotinum til samtyktar um at taka av fyrivarni viðvíkjandi Kyoto-frumskjalinum. “
Løgmaður var tíanverri liggjandi tungt á hesum almenna lyfti sínum til løgtingið, og eingin útgreining varð løgd fyri tingið saman við Kyotomálinum.
Hinvegin síggja vit eina heilt serliga skipan, har løgtingsmál hjá landsstýrinum verða løgd fyri danskar myndugleikar, áðrenn tey verða løgd fyri tingið, og har danskir myndugleikar so sjálvandi kvitta fyri móttøkuna, og tulka løgtingsmálini eftir egnum tykki.
Løgtingmál nr. 29/2007 er sent danska umhvørvismálaráðnum til viðmerkingar, og viðmerkingar ráðharrans eru síðan latnar uttanlandsnevndini undir nevndarviðgerðini.
Viðmerkingarnar í løgtingsmálinum 29/2007 siga einki ítøkiligt um, hvørjar útlátsskyldur Føroyar átaka sær, sigur danska Umhvørvismálaráðið, sum nú er inni í sjálvari løgtingsviðgerðini.
Ráðið vísir tó á, at ráðharrin sjálvur í skrivi frá 16. august 2007, hevur boðað landsstýrinum frá, at ein avtøka av fyrivarninum merkir, at Føroyar binda seg til at skerja útlátið við 8%.
Danska umhvørvismálaráðið sigur eisini, at ein samtykt av málinum vil vera treytað av eini greiðari samtykt, har vit boðað frá, at vit átaka okkum at minka útlátið við 8% í 2008-12 í mun til basisárið 1990, og eisini átaka vit okkum fíggjarligu skyldurnar, um farið verður upp um útlátsmongdina upp á 92% av støðinum í basisárinum 1990.
At enda slær ráðharrin fast, at føroyingar í longri tíð hava verið vitandi um, at 24. septembur 2007 er í allarseinastu løtu til at boða frá loyvdu útlátsmongdini fyri 2008-12.
Eingin ivi er tí um, at við samtyktini av hesum máli binda vit okkum til ein niðurskurð upp á 8% í mun til basisárið 1990, afturat vøkstrinum upp á 11% hesi árini, ella tilsamans 19%.
Sum skilst, so er framvegis eingin orka sett av til at kanna hvørji tiltøk neyðug eru, fyri at Føroyar kunnu minka sítt CO2 útlátið, og sum skilst so er tað rættiliga avmarkað, hvørja orku landsstýrið hevur brúkt til hetta mál í heila tikið.
Nú landsstýrið er tikið á bóli, standa vit á berum, so sum danski umhvørvisráðharrin eisini staðfestir í svari sínum til framløgu av løgtingsmál 29/2007.
Einasta ítøkiliga átakið er, at ein arbeiðsbólkur er settur til at koma við einum uppskoti um umlegging av avgjaldinum á akførum, og at ætlanin nú er at raðfesta fyrisitingina á umhvørvisøkinum.
Eingin samlað meting er tí enn gjørd av kostnaðinum í hesum máli.
Í uppskotum Tjóðveldisins varð mælt til, at landsstýrið tók upp samráðingar beinleiðis á millumtjóðastøði til tess at áseta egna kvotu og binda okkum beinleiðis mótvegis altjóða stovnum samsvarandi okkara búsetingarmynstrið, vinnustrukturi, møguligari oljuvinnu, livihátti vm.
Nevnast kann, at Ísland kann økja sítt útlát við 10% og Noreg sítt við 1% í mun til basisárið, meðan Danmark hevur bundi seg til 8%, sum so eisini gerst okkara niðurskurður, uttan at vit í heila tikið hava verið við í nøkrum sum helst.
Fyri ári síðan og aftur nú varð í okkara uppskotum víst á, at bráðneyðugt var at samtykkja í hesum máli, bæði tí vit áttu at taka ábyrgd av umhvørvisøkinum, og tí at treytirnar annars bara herdust, um vit hildu okkum uttanfyri.
Tað er at harmast um, at vit ikki fyri rúmari tíð síðan hava avgreitt hesi viðurskifti eftir egnum fortreytum, so sum Tjóðveldi fleiri ferðir hevur skotið upp, og sum helst einasta land í heiminum nú noyðast undir ein niðurskurð, sum er roknaður eftir fortreytunum og strukturunum í einum øðrum landi.