Landsstýrismaðurin fær ov stóra makt

Sandoyar Fólkafloksfelag átalar eisini, sum vera man, fiskivinnunýskipanaruppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum.

 

- Verandi uppskot verður mønustingurin fyri fiskivinnuna í Sandoynni, verður tað samtykt í tí líki tað liggur nú, sigur lokalfelagið hjá Fólkaflokkinum í oynni.

 

Felagið vísir á, at einans tvey skip eru eftir í oynni, Eysturbúgvin, sum er skrásettur í Dali, og Sandshavið av Sandi.

 

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, hevur fleiri ferðir víst á, hvussu stóran týdning Sandshavið hevur havt fyri bygdina, men nú óttast fólkafloksfólk á Sandoynni fyri framtíðini.

 

Serliga eru tey atfinningarsom móti ætlanunum um at fiskiskapurin eftir botnfiski nú aftur skal skipast eftir kvotaskipan og at farið verður frá fiskidagaskipanini. Felagið sigur, at føroyingar longu hava ringar royndir av eini kvotuskipan, við eitt nú útblaking av fiski, umdoyping av fiskasløgum á bryggjukantinum og øðrum óhepnum avleiðingum.

 

Sandoyar Fólkafloksfelag heldur eisini, at landsstýrismaðurin fær ov stóra makt sambært verandi uppskotið.

- At geva landsstýrismanninum heimild í kunngerð at býta 2 mia kr út er óhoyrt í hesum parti av heiminum, skrivar felagið.

 

Felagið heitir tí á landsstýrið um at sleppa ætlanunum um kvotuskipan fyri botnfiskin og uppboðssølu av veiðirættindum.

- Lat vinnuna sum hevur virkað á marknaðargrundarlagið higartil, sleppa at halda fram við tí einastandi góða arbeiði ið hon ger í dag. Latið okkum ikki fara til politiska útlutan av veiðurættindum sum verður veruleiki um fyriliggjandi uppskot verður samtykt.