Landsstýrismaðurin loypur frá

Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, er als ikki ngdur við fíggjarlógaruppskotið, sum lagt er fram. Hann sigur, at landsstýrismaðurin við vinnumálum loypir frá gjørdum avtalum

FÌGGJARLÒG

Hergeir Nielsen, løgtingsmaður er als ikki glaður fyri fíggjarlógaruppskotið, sum komið er. Hann vil ikki góðtaka, at bæði Vágs Havn og sambandið millum Øravík og Hov eru strikað av íløgujáttanini.
Hergeir Nielsen hevði væntað pening til bæði vegagerð millum Øravík og Hov, eins og pening til útbygging av Vágs Havn. Sum skilst á Hergeri Nielsen, ætlar hann ikki, at hetta uppskotið skal verða tann endaliga fíggjarlógin, sum samtykt verður.
Hergeir Nielsen sigur við Sosialin, at landsstýrismaðurin við vinnumálum loypir frá gjørdum avtalum í fíggjarlógaruppskotinum.
Hann vísir á, at landsstýrismaðurin við vinnumálum hevur roynt at selt suðringum ein tunnil millum Øravík og Hov fyri 100 milionir krónur, sum skuldi koma í staðin fyri útbygging av Vágs Havn.
Men nú fígjarlógaruppskotið er komið, er einki sett av. Hvørki til tunnil ella havnagerð. Og tað fer Hergeir Nielsen ikki at lata sær lynda, sigur hann.
?Landsstyrismaðurin við fíggjarmálum hevur sett seg upp móti løgtingsins vilja, og tað fer at svíða sum vøllir, sigur Hergeir Nielsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin í Suðuroy.