Landsstýrismaðurin í umhvørvismálum má koyrast frá beinanvegin!

Tað er størsta tjóðskaparliga skomm nakrantíð, at Føroyar nú eru avdúkaðar sum triðja ringasta umhvørvissvín av øllum heimsins londum! Vit, sum hava reypað um Umhvørvisparadísið í Norðuratlantshavi......Nú kann kaldliga staðfestast, at vit hoyra til heimsins allarringastu, tá um dálking ræður.

Hetta er ein so stór politisk skandala, við so lemjandi avleiðingum fyri okkara tjóðskaparligu sjálvsvirðing og fyri altjóða umdømi Føroya, at tað eigur at fáa politiskar avleiðingar í Føroyum beinanvegin.
Eyðun Elttør hevur havt ovastu politisku ábyrgdina av umhvørv-ismálum síðani mai 1998. Fyri at átaka sær hetta hevur hann fingið greivaløn. Hann hevur gingið og spankulerað sum ein annar klovnur, bæði her heima og sum tjóðarinnar umboð í útlondum. Hann hevur fyri stuttum verið á alheims umhvørvisráðstevnu í Suðurafrika, við stórum fylgi. Av fjølmiðlum varð han spurdur um ørindini, hvat ætlanin var og hvat kom burturúr. Tað var pínligt at hoyra. So innantómur, tápuligur og ábyrgdarleysur politiskur boðskapur - og so lygnagtigur haraftrat, vísir tað seg nú.
Ein av grundgevingunum fyri landsstýrissessinum hjá Eyðuni Elttør var, at nú skuldi gerast nakað við umhvørvismál í Føroyum. Men hann hevur sitið í 4 _ ár og ikki rætt hond frá síðu. Hann hevur so fullkomiliga misrøkt hesa almennu uppgávu og ábyrgd sína. Fyri hvørt ár hann hevur sitið og bara gingið og flent býtt og vrøvlað, er umhvørvisstøða Føroya bara versnað. Hesi ár hevur hann prógvað til fulnar, at hann er inkompetentur at sita sum landsstýrismaður í umhvørvismálum.
Politiska avleiðingin má verða, at Eyðun Elttør verður koyrdur frá beinanvegin.
Tað er eisini eitt signal til umheimin, at føroyska samfelagið harmast um sína støðu, og við at koyra landsstýrismannin frá vilja vit vísa umheiminum, at vit ætla at taka okkum annað skinn um bak.
Tó, løgmaður ger tað ikki, hann fær ikki høkuna uppfrá. Tí er tað ábyrgdin hjá hinum flokkunum, andstøðuflokkunum í hvussu so er, at reisa missálit til Eyðun Elttør. Tí nú er steypið fult ! Ilt er at hava eina øvrigheit yvir okkum, mannað við einum Fólkafloks løgmanni og einum Fólkafloks landsstýrismanni, sum kanska báðir eru kriminellir! Og nú omaná við einum landsstýrismanni í umhvørvismálum, sum voldir tjóðarinnar umdømi slíkan skaða.