Landsstevna: Eyðgunn og Heðin vóru vald

Eyðgunn Samuelsen og Heðin Mortensen eru nú næstformenn í Javnaðarflokkinum. Tey vóru vald á landsstevnuni hjá flokkinum, sum hevur verið í Skopun í dag.

Flokkurin hevur tveir næstformenn í formansskapinum. Javnaðarflokkurin samtykti fyrrapartin, at annar skal vera í tingmanningini, og hin skal ikki vera fólkavaldur.

Gerhard Lognberg bjóðaði seg upprunaliga fram sum valevni, men hann tók seg aftur. Eyðgunn Samuelsen og Rigmor Dam vóru valevnini, tá tað varð atkvøtt. Eyðgunn Samuelsen varð vald.

Heðin Mortensen varð eisini valdur sum næstformaður.

Tey loysa av Maud Næs og Petur Páll Mikkelsen, sum hava røkt hesar sessirnar.