Landsstevna verið hjá sjómanskvinnuringunum

Yngsti luttakari var gott 50 ár og elsti 94 ár.

Farna vikuskiftið, 28.–30. apríl, var Landsstevnan hjá sjómanskvinnuringunum í Leguhúsinum í Nesvík. Tað er eitt vikuskiftið, kvinnurnar síggja fram til, og sum ein segði:

 

“Hetta er besta vikuskiftið á árinum!”

 

Nevnast kann, at yngsti luttakari var gott 50 ár og elsti 94 ár.

 

Hóast luttøkan mangan hevur verið betri, so vóru fyrireikararnir fegnir um, at 160 kvinnur luttóku. Á skránni var felagssangur, solo- og kórsangur, boðan, bøn, áhugatími, frágreiðingar frá arbeiðinum, heilsanir og annað.

 

Núverandi og fyrrverandi sjómenn mannaðu køkin og uppvaskið. Kokkar av GØTUNESI og ENNIBERGI gingu undan í køkinum. Teir søgdu: “At gera matin til kvinnurnar, var ein tøkk fyri mongu jólapakkarnar, teir og sjófólkið hava fingið frá teimum!”

 

Menn úr Havn og Sundalagnum tæntu við borðini. Maturin var sera góður, og kvinnurnar fegnaðust um at kunna sita til borðs og fáa matin bornan á borðið, skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum vanga á facebook, og har eru fleiri áhugaverdar myndir at síggja.