Landsstýrið svevur enn í veðurlagskreppuni

Tað eru nú 365 dagar farnir síðani føroyski veðurlagspolitikkurin gekk út, sostatt er eitt heilt ár gingið uttan at Føroyar hava havt nakran veðurlagspolitikk.

 

Hetta er óhoyrt í londum sum vit samanbera okkum við, og Føroyar munnu vera serdømi fyri slíka líkasælu. Vit viðmæla eina ambitiøsa veðurlagslóg!  

 

Ein veðurlagslóg er neyðug

 

Føroyar høvdu ein veðurlagspolitikk frá 2009 til 2020, og hóast tað lá eitt gott arbeiði aftanfyri politikkin, so var hann óbindandi, og úrslitið var hareftir. Heldur enn at minka um útlátið við í minsta lagi 20% fram til 2020 sammett við útlátið í 2005, øktist útlátið við 30-55% alt eftir um bunkring hjá útlendskum fiskiskipum verður tikin við ella ikki.

 

Hendan søgan skal ikki endurtaka seg, og tí er tað neyðugt við eini veðurlagslóg við einum bindandi útlátsmáli. Haraftrat skal ein ætlan gerast fyri, hvussu Føroyar røkka málinum, umframt at Løgtingið javnan skal taka støðu til, hvørt gongdin er tann rætta ella um ein nýggj ætlan og fleiri átøk skulu setast í verk fyri  at røkka málinum.

 

Stórt fokus á framleiðslu av varandi orku – men ætlar samgongan einki meir enn tað?

 

Framleiðsla av varandi orku verður nógv umrødd, men lítið og einki verður arbeitt og tosað um, hvørji onnur átøk skulu gerast fyri at minka um útlátið. Sum kunnugt er streymframleiðsla 13% av útlátinum, og loysnir skulu tí sjálvsagt finnast fyri at fáa hinar útlátskeldurnar niður skjótast gjørligt. Men her valdar tøgn frá samgonguni.

 

2022 er í durunum, og samgongan hevur higartil víst, at hon leggur einki í veðurlagskreppuna og er óarbeiðsfør á økinum. Hinvegin eigur tað eisini at vera øllum greitt, at hóast veðurlagskreppan longu í dag ávirkar allir heimspartarnar, kunnu vit saman forða fyri, at tær ringastu avleiðingarnar gerast veruleiki komandi árini. Veðurlagsarbeiðið skal tí í gongd alt fyri eitt!

 

Elsa Berg

 

vegna Veðurlagslóg Nú!