Nú verða partabrøvini hjá landskassanum í íløgufelagnum, Tjaldri, seld. Landskassin eigur 2,8 prosent av partabrøvunum og tá ið ætlanin at selja tók seg upp, varð mett, at landskassin kundi fáa sjey milliónir fyri tey. Ruth Vang sigur, at tað var tað bókførda virðið. Men ráðgevarafyritøkan, sum skuldi standa fyri søluni, metti síðani, at tey kundu seljast fyri onkustaðni ímillum 18,2 og 23,1 millión.
Men tá ið avtornaði, fekk Landsstýrið eitt boð upp á 16,1 millión. Tað er sostatt lægri enn metingin hjá ráðgevaranum, men kortini væl hægri enn virðið, sum upprunaliga varð ásett.
Ráðgevarin hevur mælt Landsstýrinum til at taka av, tí hann heldur, at samanumtikið er hetta er eitt gott boð. Síðani hevur Landsstýrið hevur tikið av tilboðnum og nú er málið so lagt fyri Løgtingið til støðutakan.
Í hesum sambandi skal Løgtingið samtykkja at partabrøvini kunnu seljast fyri 16,1 millión. Hinvegin liggur gjaldið fyri at avgreiða søluna onkustaðni ímillum 200.000 og 300.000 krónur, so tilsamans metir Ruth Vang nú, at inntøkan hjá Landskassanum verður 15,8 milliónir krónur, tá ið sølukostnaðurin er drigin frá.