Landsstýrismaðurin hitti ES-nevndarlimin í fiskivinnumálum, Costas Kadis, har fiskivinnuviðurskiftini millum Føroyar og ES vórðu umrødd. Á fundinum løgdu báðir partar dent á týdningin av tøttum samstarvi og vístu á, at ES og Føroyar hava sum felags áhugamál at umsita uppsjóvarfiskastovnarnar í norðuratlantshavi á burðardyggan hátt. Landsstýrismaðurin nýtti eisini høvið at vísa á tey tøk, sum Føroyar longu hava tikið við at taka ábyrgd viðvíkjandi makreli og norðhavssild, og at hann vónar, at tað fer at eydnast at fáa semjur millum allar partar um ferðandi fiskastovnarnar.
Landsstýrismaðurin hitti eisini norska fiskimálaráðharran, Marianne Sivertsen Næss. Noreg og Føroyar hava seinastu árini havt tætt samstarv á fiskivinnuøkinum, og var fundurin eitt gott høvi at umrøða og fegnast um hetta samstarv, og at umrøða mál av felags áhuga á fiskivinnuøkinum.
##med2##
Landsstýrismaðurin nýtti høvið til at vitja “green zone” økið á ráðstevnuni. Hetta er almenna økið á ráðstevnuni, og er ætlað at vekja tilvitskuna um at verja høvini. Ocean Rainforest luttekur, og var landsstýrismaðurin til eina framløgu, sum umboð fyri Ocean Rainforest hevði um tara og aling av tara, sum eina endurnýggjandi loysn fyri havið.
Í dag luttók sendinevndin á fundi um at fremja burðardygga fiskiveiði. Her umrøddu londini m.a. týdningin at basa ólógligum fiskiskapi, at samskipa og samstarva í økisbundnum fiskiveiðifelagsskapum og at kanna og fyribyrgja avleiðingarnar, sum veðurlagsbroytingar hava fyri havið.
##med3##