Alt samfelagið hevur lýðið lurtað. Øll hava tikið ábyrgd og víst álit. Uttan tað hevði tað ikki gingið, hevur løgmaður sagt ferð eftir ferð eftir ferð.
-Hetta er okkara tilmæli, sigur løgmaður, og nikkar til sínar samstarvsbrøður. Tað er hetta, vit sum landsstýri og koronaráðgevarar mæla tykkum til. Soleiðis skulu tit, sum búleikast í hesum landinum, gera – landinum, fólkinum og allari mannaættini at frama.
Hetta er tað vit mæla til. Takið ábyrgd og vísið álit!
Við himmalvendum eygum hevur landsstýrismaðurin í mentamálum staðið og villleitt allar føroyingar fyri opnari mikrofon.
Nú, tá ið sproytan nærkast, kúvendir hann, og letur hetta ósmakleyst, og sum av óvart, leka út ígjøgnum ein tilvildarligan, tíðindasvangan, privatan fjølmiðil, við einum ’hetta havi eg meint alla tíðina’- undirskiltum tíðindastubba hangandi afturúr. Tá ið tann almenni fjølmiðilin biður hann um fleiri viðmerkingar, hevur hann einki at leggja aftrat.
Hetta havi eg meint alla tíðina, men eg sigi tað bara ikki fyrr enn nú.
Hetta skulu tey gomlu, tey sjúku og tey veiku gera! Soleiðis hevur hesin skjótt 69-ára gamli politikarin og læknin staðið og trúttað niður í fólk gjøgnum sína egnu, alment fíggjaðu mikrofon í fimtan mánaðir.
Hví segði hann ikki hetta, áðrenn eg læt meg koppseta heilar tvær ferðir. Skal eg saksøkja hann fyri villleiðing?
Eg haldi, at hetta er so burtur úr vón og viti, at eg eigi ikki orð fyri tí.
Eg eri veruliga skuffaður og vónbrotin av mínum landsstýrismanni.
(Um tað hevur almennan áhuga, so haldi eg persónliga sum privatpersónur, at øll, eisini læknar, áttu at lagt øll størv frá sær, tá ið tey fylla 67, men eg sigi tað sjálvandi ikki hart, hetta er bara okkara millum!)
Tá ið landsstýrismaðurin sigur, at hetta er tað, hann hevur lært sum lækni, so haldi eg, at hann skal halda seg til læknayrkið, og halda seg frá politikkinum. Hann skal ikki blanda hesi tingini saman, soleiðis sum hann ger. Eg vænti tað verður ein sannur babýloniskur forvirringur við einum slíkum granskingarmálaráðharra sum haraftrat bæði umsitur uppaling, fjølmiðlar, kirkju o.a.m
Nú er tað túrurin hjá løgmanni at taka ábyrgd og vísa álit.
Mangur maður/kvinna er latin fara fyri minni.
Martin Næs
21.05.21