Landsvegurin í Lorvík: Vælsignaði, latið nú skilið ráða!

Við áhuga havi eisini eg fylgt við í landsvegaætlanini í Lorvík og havi harmast um tað politisku viðferð, hetta mál hevur fingið:

Fyrst vildu lorvíkingar als ikki vita av nakrari vegagerð, men kravdu tunnil, sum hevði ført til, at ferðandi til og úr Klaksvík nóg illa sóu dagsins ljós á leiðini millum Norðagøtu og Borðoyavík. Tá hetta ynski ikki fekk undirtøku, var næsta kravið at fáa vegin lagdan niðri í bygdini. Tó var onkur skilamaður í bygdarráðnum, sum mælti til væl útgreinaðu loysnina hjá Landsverkfrøðinginum um vegagerð oman fyri bygdina.
Málið kemur so fyri á tingi, og tað løgna hendir, at meirluti verður fyri ikki at fylgja tilráðingini hjá landsins sakkunnleika í vegamálum. Gleðiligt var tað tá, at bygdarráðið raknar við og biður um at fáa málið fyri á tingi aftur. Men gakk! Nú gerast løgtingsmenn tvørir, og endin verður, at málið verður tveitt lorvíkingum aftur at klandrast um, hóast bygdaráðsmeirilutin tá var komin til ta sannføring, at tilráðingin hjá Landsverki var besta loysnin.
Hvørji privat áhugamál tá við fólkaatkvøðu førdu málið út í óføri aftur, skal her ikki metast um; men ikki havi eg møtt lorvíkingi, sum ikki harmast um úrslitið. Tí órógvandi og ikki sørt vandamikið verður tað fyri bygdarfólkið við ferðslumiklum landsvegi niðri millum hús, sum eisini skerjir atkomuna til fjøru og havnarlag. Og hjá teim ferðandi til og úr Norðoyggjum verður tað ólíka uppliving at leggja leiðina fram við teim hábærsligu Lorvíkar fjøllum við føgrum útsýni yvir bygdarlag og oyggjaland heldur enn at troka seg fram fjøruvegin, har eisini sjórokið ódnardagar mangan man verða til ampa.
Tað kann undra, at óviðkomandi soleiðis kemur sum ketta upp úr høvdatrogi, men at hoyra í útvarpinum í gjákvøldið, at vónir nú kortini vóru fyri góðari vegaloysn í Lorvík, var tann glottin, sum setti meg við telduna.