Landsverk byggir asfaltverkið á Sundi uppaftur, men hevur hvørki byggiloyvi ella umhvørvisgóðkenning.
Tað vátta almenn innlit frá Tórshavnar kommunu og Landsverki.
Byggimálsdeildini hjá kommununi hevur biðið um umhvørvisgóðkenning, men Landsverk hevur ikki latið kommununi eina nýggja góðkenning. Tann gamla er frá 2005.
Landsverk tók meginpartin av asfaltverkinum á Sundi niður í heyst. Eftir Byggilógini frá 2012 fevnir grein 3 “eisini um niðurtøku av bygningum.”
Men Tórshavnar kommuna hevur hvørki fingið umsókn at taka asfaltverkið niður ella umsókn at byggja tað uppaftur.
“Vit hava ikki fingið nakra umsókn um hetta og tí er heldur onki loyvi útskrivað”, svarar leiðarin á Byggimálsdeildini tann 13. September.
##med2##
Dýrt ævintýr fyri føroyingin
Landsverk keypti asfaltverkið fyri sjey árum síðani fyri 24 mió.kr. Eitt privat felag keypti tað í Danmark, har tað ikki leyk umhvøviskrøv.
Landsverk hevur brúkt um 30 mió.kr. at “uppstiga” verkið, og í vár játtaði løgtingið 8-9 mió.kr.afturat. Tað merkir, at verkið hevur kostað føroyinginum um 60 mió.kr. Tað er sami kostnaður, sum eitt sera framkomið “grønt” asfaltverk kostar í Danmark.
Sáttmálin millum Landsverk og Tórshavnar kommunu er lokin í 2024. Havnanevndin mælir til at leingja hann við ávísum treytum. Áhugafelagið við Kadbaksfjørð sigur kortanei til asfaltverk. Og Kaldbaksnevndin mælir í væl grundaðum hoyringsskrivi til Tórshavnar kommunu frá at leingja hann og mótmælir ætlanini.
Í asfaltframleiðslu er bitumen. Evnið er undir illgruna fyri at vera krabbameinselvandi. Asfaltverk eru í ovastu umhvørvisváðabólkunum. Í Norðurlondum er tilmælta frásøðan til bygt øki 300-700 metrar. Á Sundi eru 50 metrar til næstu sethús.
Landsgrannskoðarin hevur havt sera lemjandi atfinningar móti Landsverki í samband við asfaltverkið í fleiri frágreiðingum. Nýliga hevur Landsgrannskðarin biðið um nýggja frágreiðing.
##med3##
Ikki byggjast uttan skrivligt byggiloyvi
Men á Sundi verður asfaltverkið bygt uppaftur. Nýtt grundstøðið er stoypt við jarnakkerum. Grein 10, stykki 1, í byggilógini sigur annars, at farast kann ikki “undir at byggja, fyrr enn skrivligt byggiloyvi er fingið til vega frá kommunala byggimyndugleikanum.”
Fyrst í oktober varð mint á umsóknina um innlit í byggiloyvi og umhvørvisgóðkenning. Í vikuni komu skjøl, og leiðarin á Byggimálsdeildini leggur afturat:
“Vit hava enn ikki fingið umhvørvisgóðkenningina frá Landsverk, so hana hava vit ikki enn.”
Í innlitinum er hvørki umsókn um byggloyvi ella eitt útskrivað byggiloyvi. Men Landsverk byggir á Sundi, sum ikki er í samljóð við grein 10, stykki 2 í byggilógini, tí har verður sagt: “Um farið verður undir at byggja, áðrenn byggiloyvi sambært stk. 1 fyriliggur, skal kommunali byggimyndugleikin geva boð um at steðga byggingini.”
Einki innlit í munnligt samskifti
Tá søkt varð um almennt innlit, svaraði leiðarin á Byggimálsdeildini eisini:
“Viðvíkjandi umvæling av verandi asfaltverki á Sundi, so hevur munnligt samskifti verið millum kommununa og Landsverk.”
Søkt er um innlit í tað í hetta munnliga samskiftið. Men einki slíkt innlit er komið, hóast fyrisitingarlógin áleggur pørtunum eina notatskyldu í slíkum førum.
##med4##
Einki byggiloyvi – bara kunning
Landsverk kallar arbeiðið umvæling og umbygging. Men í grein 2 í byggilógini verður sagt, at lógin fevnir eisini um “umvæling, umbygging, afturatbygging umframt....”.
Stovnurin ásannar at “Landsverk hevur ikki nakað byggiloyvið til umvælingarnar.... Tórshavnar Kommuna er kunnað um broytingarnar, sum Landsverk ger”, skrivar tekniski leiðarin.
Hann vísir til eina fundarfrásøgn frá desember 2019, har útskiftan av bitumenskipanini er at rokna sum ein dagføring. Síðani verður sagt, at tað bleiv “avtalað, at TK einans ynskir at verða kunnað um ætlanina, við tað at LV sendir fram tekningar og eina lýsing av tí, skift verður út”.
Men eftir lógini koma umbyggingar og umvælingar undir lógina!
##med5##
Leypandi fundir - ongin frágreiðing - ongar frásagnir
Tann 13. september, tá søkt varð um almennt innlit, ger Byggimálsdeildin Landsverki greitt sama dag, at “tað arbeiði sum nú verður gjørt á Sundi, krevur eina góðkennini frá Umhvørvisstovuni. Kunnu tit senda okkum projekttilfar sum vísir hvat verður gjørt við asfaltverkið á Sundi og eina góðkenning frá Umhvørvisstovuni.”
Landsverk svarar sama dag, at Landsverk hevur “loypandi kunna Tórshavnar Havn, byggimálsdeildina & umhvørvisdeildina hjá Tórshavnar Kommunu og Umhvørvisstovuna í árligu umhvørvis frágreiðingini...Eisini hava vit haft leypandi fundir við Kommununa um hetta. T.d. tann 13.07.22 har Heðin Mortensen, Kári Johansen, Bogi Jacobsen, Bjørg Ludvík og Andrias Vang vóru við fyri TK.”
Byggimálsdeildin hevur fingið nakrar tekningar, men mánadagin staðfestir Byggimálsdeildin: “Vit hava enn ikki fingið umhvørvisgóðkenningina frá Landsverk..” Einki innlit er komið “leypandi” kunningina og fundirnar.
Leiðarin á Byggimálsdeildini og tekniski stjórin hjá Tórshavnar kommunu eru spurdir, “Hvat ger Tórshavnar kommuna við tað, at LV byggir uttan byggiloyvi?”. Men svar er ikki komið enn.
Í Niðaru Soylugørðum 24. Oktober 2022
Jóhann Mortensen