Landsverk positivt um Suðuroyartunnil

Fáa suðuroyingar ein nýggjan Smyril um 10 ár heldur enn ein undirsjóvartunnil, kemur tunnilin helst at bíða í 30 ár.

 

Suðuroyartunnilin fer leysliga mett at kosta umleið 3,3 miljardir krónur, tá mett verður, at hvør kilometur av tunli í dag kostar umleið 120 miljónir krónur. Prísurin á einum Suðuroyartunli nærkast tí, sum prísurin fyri verkætlanina við Eysturoyar-og Sandoyartunlinum kostar tilsamans.

Politiskt hevur verið sagt, at ætlanin er at fara í holt við Suðuroyartunnilin, tá stóra verkætlanin við Eysturoyar-og Sandoyartunlinum er liðug. 

- Men, hetta verður sjálvandi ein politisk avgerð. Nú seismikkur er skotin, og hol eru borað, eiga vit hesar dátur, og jarðfrøðin broytist ikki nógv, um vit skulu bíða í nøkur ár eftir, at byggingin av Suðuroyartunlinum fer í gongd.

Tað sigur Fríðrik Heinesen, verkætlanarleiðari hjá Landsverki í tunnilsbyggingum.

Tá hann verður spurdur, hvussu realistiskt tað er, at vit um nøkur ár fáa ein Suðuroyartunnil, sum kemur at knýta Suðuroynna upp í meginøkið, vendir verkætlanarleiðarin spurninginum og spyr, hvat alternativið til Suðuroyartunnilin er.

- Um 10 ár verður Smyril sjálvsagt 10 ár eldri, og skal skipið skiftast út tá, fer tað helst at kosta tað mesta av einari miljard. Fáa vit ein nýggjan Smyril um 10 ár, verður Suðuroyartunnilin hugsandi skotin út í 30 ár, leggur hann aftrat.

Men, tað verður sjálvsagt uppgávan hjá teimum fólkavaldu at taka avgerð um, hvussu framtíðarsambandið millum meginøkið og Suðuroynna skal verða. Verkætlanarleiðarin vísir á, at tey á Landsverki eru positiv fyri ætlanini um ein Suðuroyartunnil, men her krevst, at fíggjarligir leistir verða funnir, sum kunnu fíggja og bera hesa verkætlan á mál.

- Vit hava eitt uppskot um, hvussu Suðuroyartunnilin kann byggjast, og í okkara uppskoti kemur tunnilin upp og fer niður aftur í Skúvoy og síðan víðari til Suðuroyar. Tað er eisini av trygdarávum, at vit mæla til, at tunnilin kemur upp í Skúvoy, soleiðis at hann á henda hátt ikki verður so langur, sum hann annars hevði verið.

Fríðrik Heinesen vísir á, at tað eru eisini onnur uppskot um verkætlanina við Suðuroyartunlinum, og tá tað enn liggur opið, hvørjar endaligu linjurnar verða, verða eitt nú seismisku kanningarnar ikki avmarkaðar til bara at gagna uppskotinum hjá Landsverki, men kanningarnar lata eisini upp fyri øðrum møguleikum.

Í Skúvoy eru tey neyvan serliga fegin um nógva ferðslu í lítlu bygdini, sum kann koma við einum tunnilssambandi, men tey fegnast hinvegin um møguleikan við føstum sambandi. - Spurningurin er so, hvussu hesi tingini kunnu skipast, so tey í fyrsta lagi koma at tæna fólkinum, sum býr í Skúvoy, heldur verkætlanarleiðarin fyri.

Fríðrik Heinesen leggur aftrat, at raksturin av einum tunli undir Suðuroyarfirði helst verður bíligari enn raksturin av at hava eitt ferðamannaskip sum Smyril siglandi á farleiðini.