Undir fíggjarlógarviðgerðini hevur Løgtingið sett pening av at tryggja gjøgnumskygni og greina virksemi hjá Landsverki, serliga at finna útav í hvønn mun størri partur av arbeiði stovnsins kann útveitast.
Í hesum sambandi hevur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri fingið játtað 200.000 kr. frá løgtinginum at gera eina greining av virkseminum hjá Landsverki.
Á heimasíðuni skrivar Fíggjarmálaráðið, at Jørgen Niclasen fer at seta ein arbeiðsbólk, mannaður við fólki við kunnleika til byggi- og ráðgevingarvinnuna, almenna fyrisiting, játtanarskipanina og búskap. Fíggjarmálaráðið tekur sær av skrivarauppgávuni hjá bólkinum.
Arbeiðið skal eftir ætlan vera liðugt 1. apríl 2015.