Landsverk hevur í dag latið úr hondum annan part av nýggju samferðsluætlanini. Støðan á samferðslukervinum er ikki góð, og eftirsleipið er 375 milliónir krónur, metir Landsverk. Í samferðsluætlanini hevur Landsverk stungið út í kortið, hvussu samferðslukervið kann fíggjast frameftir. Niðanfyri hava vit gjørt ein stuttan samandrátt av inntøkumøguleikunum til samferðslukervið.
Verandi gjøld:
Skrásetingar- og CO2 avgjald: Skrásetingargjaldið er eitt avgjald, ið verður goldið hvørja ferð eitt nýtt akfar verður skrásett. Samstundis skulu øll skrásetingarskyldig akfør gjalda eitt CO2 avgjald, ið verður útroknað eftir, hvussu stórt CO2 útlátið á akfarinum er fyri hvønn kilometur. Í løtuni er býtið á gjaldinum 90% nývirði á akfarinum og 10% CO2 útlát, men Akstovan hevur áður mælt til, at gjaldið skal taka støði í CO2 útlátinum heldur enn nývirðinum. Goldið verður sum er ikki skrásetingargjald fyri el-bilar í Føroyum.
Vegskattur: Vegskattur er avgjald, ið verður ásett eftir vektini á akfarinum, útláti, nýtslu og drívmegi. Hetta merkir, at tyngri akfør gjalda meira í vegskatti, tí at slitið á asfalti er størri. Landsverk vísir tó á, at hóast endamálið við vegskattinum er, at hann skal nýtast til viðlíkahald av samferðslukervinum, so verður inngoldni peningurin ikki oyramerktur til tess, men endar í landskassanum saman við øllum øðrum.
MVG: Meirvirðisgjaldið er eitt gjald á 25% av virðinum á vøruni, ið verður flutt inn í landið.
Brennioljuavgjald: Tað avgjaldið, ið verður lagt á brennievni. Avgjaldið verður í løtuni, eins og vegskattur, ikki oyramerkt til samferðslukervið.
Onnur møgulig gjøld:
Bummgjald: Bummgjald er gjald fyri at sleppa tvørtur um ein bumm, eins og vit kenna tað frá undirsjóvartunlunum báðum. Landsverk vísir á, at møguleiki er fyri at krevja bummgjald við fleiri tunnilsmunnar enn bert teir báðar undirsjóvartunlarnar, men at hetta fer at raka nøkur øki lutfalsliga hart í mun til onnur.
Roadpricing: Roadpricing er ein skipan, har brúkarin skal gjalda fyri koyrda teinin; eitt brúkaragjald líkt bummgjaldinum, men har vegakervið sjálvt er at rokna sum bummur. Gjaldið kann taka støði í hvørjum koyrdum kilometri, hvørjir vegir verða nýttir og á hvørjari tíð á degnum, sum koyrt verður. Trupulleikin við roadpricing er, at eftirlits- og innkrevjingararbeiðið kann gerast rættiliga trupult og rúgvismikið, uttan so at hvørt akfar hevur GPS-sendara, ið gevur myndugleikunum upplýsingar um ferðslumynstrið.
Avgjøld á leigubilar: Avgjald verður lagt á hvønn dag, sum leigubilur er útleigaður. Landsverk metir, at tað avgjaldið kann neyvan vera hægri enn 10% av leigukostnaðinum.
Avgjald á fremmandar bilar: Eisini ber til at krevja ávíst avgjald á teir bilarnar, ið ferðafólk hava við sær.
Ferðagjald: Ferðagjald er avgjald, ið verður lagt á hvørt ferðafólk, ið kemur til Føroya. Hóast ferðagjald ikki er nakað, ið er beinleiðis knýtt at Landsverki, so vísir Landsverk á, at ein vælvirkandi samferðslukervi er fyritreyt fyri ferðavinnu, so eiga stovnar sum Landsverk at vera partur av samskiftinum hesum viðvíkjandi.