Landsverk steingir Vestmannavegin

Á Vestmannavegnum er ikki koyrandi í kvøld. Av Landsverki sigur Árni Jacobsen, at fleiri bilar standa fastir, og at har er als ikki koyrandi, tí tað rýkur so illa.

– Nú hava vit ongan bumm at steingja Vestmannavegin við, men vit mæla fólki frá at koyra har, tí har er ikki koyrandi fyri jarðroki, sigur hann.

Aðrastaðni eru eisini ring líkindi í kvøld, og Gjáarvegurin og Oyndfjarðarvegurin eru langtsíðani stongdir.

Landsverk grevur vanliga til klokkan 21 á kvøldi.