Jákup B. Andreasen skal sita uttanfyri í tríggjar dystir, eftir at han bleiv útvístur móti Skála í fyrsta umfari av Effo-deildini. Hann bleiv útvístur fyri at sláa eftir spælara hjá Skála.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandrátt frá dystinum
Sambært Norðlýsinum, so stendur í dómarafrágreiðingini, at Jákup B. Andreasen ikki bleiv ertaður í støðuni. Tá kostar tað ein dyst eyka og tí skal hann sita uttanfyri í tríggjar dystir. U21 landsliðsmiðvallarin skal nú sita uttanfyri í dystunum móti B36, Undrið FF og 07 Vestur.
KÍ skal sunnudagin spæla móti B36 í Gundadali. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, sum byrjar klokkan 15.