Orðaskiftið um inngjald í Samhaldsfast hevur fingið nógv fólk á røðarapallin.
Talan er um, at vit skulu gjalda meira í Samhaldsfasta, sum so eisini skal gjalda meira út.
Men Samhaldsfasti hevur eina treyt um, at tú skalt hava arbeitt 40 ár á føroyska arbeiðsmarknaðinum fyri at fáa fult úr Samhaldsfasta.
Hevur tú arbeitt færri ár, so lækkar útgjaldið alt eftir, hvussu nógv ár tú hevur verið færri á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Andstøðan hevur fleiri ferðir víst á hetta og samstundis finst hon at, at grundupphæddin í pensjónini lækkar.