Skattatrýstið í Føroyum er nú tað harðasta í 10 ár

Skattatrýstið í Føroyum er hækkað hesi seinastu árini – og vit rinda nú næsthægsta skattin í Norðurlondum

Hesi seinastu árini er skattatrýstið í Føroyum hækkað og nú er skattatrýstið tað hægsta í tíggju ár. Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í 2020 rindaðu føroysku húsarhaldini, og fyritøkurnar, tilsamans slakar 9,3 milliardir í skattum og avgjøldum. Tilsamans var framleiðslan í samfelagnum, ella bruttotjóðarúrtøkan, 21,2 milliardir í 2020. Sostatt var skattatrýstið 43,8 prosent í 2020 og tað eru 2,4 prosentstig hægri enn í 2019.

 

##med2##

 

Hagstovan sigur, at tilsamans eru skattainntøkurnar hækkaðar øll árini frá 1998 til 2020 - uttan í 2003 og í 2009.  Hagstovan sigur, at frá 1998 til 2020, hevur skattatrýstið sveiggjað ímillum 39 og 46 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Skattatrýstið var 43,8 prosent í 2020, sum er tað hægsta síðani 2011. Orsøkin til at skattatrýstið veksur er, at skattainntøkurnar hækkaðu trý prosent, men bruttotjóðarúrtøkan minkaði 2,8 prosent.

 

##med3##

 

Hagstovan staðfestir somuleiðis, at tað vanliga skattatrýstið í Føroyum er høgt samanborið við hini Norðurlondini. Danmark hevur hægsta skattatrýstið og tað er upp á góð 47 prosent. Í øllum Norðurlondum er skattatrýstið omanfyri 30 prosent. Í Finnlandi, Noregi og Íslandi er skattatrýstið undir 40 prosent, men í Svøríki er tað stívliga 40 prosent. Føroyar hava sostatt næst hægsta skattatrýstið í Norðurlondum.

 

##med4##

 

Hagstovan ger kortini vart við, at tað skal takast við fyrivarni tá ið skattatrýstið í ymsum londum verður samanborið. Eitt nú er tað ymiskt um inntøkuflytingar verða skattaðar, ella skattafrádráttir verða latnir.