- Nei, vit eru ikki isolerað herúti. Tað tekur okkurt bert 20 minuttir til Havnar við tyrluni hjá Atlantsflogi, sigur hann.
Um veturin flýgur tyrlan tríggjar dagar um vikuna til Stóru Dímun, og um summarið fýra dagar.
Broytingin frá stórbýnum til tað fjarskotna, er nakað ein skal venja seg við.
Frá at kunna fara til handils frá morgni til myrkurs í høvuðsstaðnum, er ein nú noyddur at bíleggja sær vøruna við tyrluni dagin fyri.
- Vit bíleggja frá ymiskum handlum í Havn. Hjá onkrum teirra má ein ringja dagin fyri, meðan vit kunnu ringja fyrrapartin til aðrar handlar og hava vøruna herúti seinnapartin.
- Slíkt kann ein eisini venja seg við!
Døgurðamati er nóg mikið av. Eitt stórt felags frystirúm er í eina húsinum, og her finst alskyns føroyskur matur.
- Vit eiga eisini nógvan fisk, sum vit hava fingið frá vinfólki, sigur Jóhan Petur.
Tað eru tó tær gerandisvørurnar, sum tey kortini ikki skulu keypa – millum annað rugbreyð. Tað bakar Linda sjálv, umframt fransbreyð, køkur og annað.
- Ja, tú. Tann eina dagin var eg ordiliga í hopla: Eg bakað 1 rugbreyð, 2 fransbreyð, gjørdi rabarbugreyt og súltutoy – og 1 kilo av livurposteik, sigur Linda.
Munur á bilasølu og mjólkineytum
Jóhan Petur hevur áður starvast í peningastovni og hevur verið sølustjóri í bilasølu, meðan Linda hevur arbeitt sum ídnaðarlaborantur á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Tey eru tí von við eitt arbeiði millum 8 og 17, men her á Stóru Dímun er alt øðrvísi: Her byrjar dagurin vanliga kl. 7 og endar, tá arbeiðið er liðugt.
Árla á morgni fer Jóhan Petur út at geva neytunum og at mjólka.
- Ja, hvør skuldi trúð tí, at ein sølustjóri hjá Wensel skuldi mjólka neytum á Stóru Dímun?, sigur hann við einum brosi.
Umframt neytini og kálvarnar, hava tey eitt ótal av seyði gangandi á oynni. Her finnur tú eisini gásapør, dunnur og húsdjór so sum hundar og kaninir.
Seinnapart á degi ger Jóhan Petur ymiskt fyrifallandi arbeiði. Mikudagin vóru teir í ferð við at leggja eina vatnleiðing til tað nýggja reinsianleggið.
Um stutta tíð fer raksturin at byrja, tá seyðurin skal hava heilivág undan sjálvari lembingini. Soleiðis ganga dagarnir – og ganga skjótt.
Um kvøldið er eisini føst skrá: Neytini skulu rekast innaftur, tey skulu mjólkast og fóðrast. Fyrst tá, kann ein byrja at tosa um skránna fyri restina av kvøldinum.
Hinvegin so hevur nógva kropsliga arbeiðið og fríska luftin við sær, at tá komið er nakað út á kvøldið eru tey so troytt, at tíð er fara til songar.
Sópar
Hóast tað er Jóhan Petur sum stendur fyri tí stóra partinum av arbeiðinum, liggur parturin hjá Lindu ikki eftir.
Hennara uppgáva er fyrst og fremst tann týðandi uppgávan at taka sær av báðum døtrunum og av heiminum. Hetta tekur alt sína tíð, tí her er ikki allir hentleikar sum heima, millum annað er eingin uppvaskimaskina í køkinum.
Eina fasta uppgávu hevur Linda tó í tí dagliga bóndalívinum – hon skal sópa í fjósinum um morgunin.
- Ja, hetta er í fínasta slagi. Eg skal faktiskt út at sópa beint nú, sigur hon við einum brosi.
- Nær sleppa vit í skógvar?
Hinvegin so hevur ikki verið nógvar møguleikar fyri veruligum útilívi henda fyrsta mánaðin. Tríggjar tær fyrstu vikurnar var í roynd og veru eingin veruligur turrur dagur.
Hetta vóru tey fyrireikað uppá, og høvdu vit sær góð og heit klæðir og gummistivlar.
Men børnini troyttast kortini av at ganga í hesum vetrarklæðunum alla tíðina. Tann eina dótturin spurdi tí mammu sína henda eina dagin:
- Mamma, nær sleppa vit aftur í skógvar?!
Stóru Dímun – ein søgulig oyggj
Tað elsta menn vita um Dímun er tað, ið er skrivað í “Føroyingasøgu”. Hetta er íslendsk bók, skrivað umleið 1200, sum í nýggjari tíð er umsett til føroyskt. Har verður skrivað um Brestir og Beinir, og um drápi á teir, ið fór fram niðri á Rakhellu, ið er hellan undir Kleivini, sum er uppgongdin upp til Dímunar.
Eisini verður skrivað um viðurskiftini aftaná, tá ið Øssur Leivsson stýrdi oynni, og tá ið hann bleiv myrdur av Sigmundi Brestissyni, av hevndarorsøkum. Hetta kenna vit aftur í Brestirskvæði og Sigmundskvæði eldra.
Tíðin aftaná hesar hendingar og upp til 16. øld er ikki væl kend. Tó kann ein finna upplýsingar í teim ymsu vártings- og løgtingsbókum, jarðarbókum og kirkjubókum v.m. Men hetta er at kalla einans stubbar úr tí søgu, sum tíverri er okkum ókend.
Fyrsti dímuningurin
Av áhugaverdum kann nevnast søgan um Anniku í Dímun, sum gav manni sínum, bóndanum, gift í matin, fyri síðan at halda saman við einum av húskøllunum her úti. Tó endaði henda søga við sorgleiki, tá ið Sjúrður sveik hana og hon bleiv handtikin, førd til Havnar, dømd og síðan søkt á Havnarvág. Um hetta er skrivað bók.
Harra Klæmint, prestur, átti eisini Dímun. Hann var tiltikin at taka jørð til sín, kosta hvat tað kosta vildi. Nógvar eru søgurnar um, hvussu hann førdi seg fram millum manna, við sviki og ráagerðum, tá fall tann jørð til prest, sum fólk høvdu spælt sær av við og var hetta kalla kirkjujørð. Hevði t.d. ein maður etið kjøt í føstuni, kundi hann verða stevndur og missa alla jørð til prestagarðin, tí hetta var gudsspottan.
Í 1807 komu tveir brøður úr Sumba til Dímunar. Teir itu Janus og Sørin Olesen og vóru úr Ólhúsi, í Hørg. Ætlanin var at báðir skuldu festa oynna, men Janus sveik Sørin og skrivaði oynna einans í sínum navni. Sørin mátti flyta til Sandoy og eru hansara eftirkomarar at finna í Húsavík.
Janus helt fram á Dímun og hesin er tann fyrsti dímuningurin í familjuni. Systkini eru áttanda ætt eftir Janus Olesen.
(Kelda: storadimun.fo)