Dagsskráin er long og drúgv, nú landsstýrisfólkini sessast kring fundarborðið í Tinganesi, til seinasta landsstýrisfundin undan summarfrítíðini.
Mett verður, at allur dagurin fer til fundin í dag. Ein hópur av málum eru á dagsskránni umframt at fleiri frágreiðingar verða framlagdar á fundinum í dag.
Hetta er seiansti formligi landsstýrisfundurin undan summarfrítíðini, men kortini er ætlanin sum vanlig at hava ein fund nakrar dagar undan ólavsøku.
Løgmaður Aksel V. Johannesen situr við borðenan á fundinum í dag.