Tað skal eingin ivi vera um tað. Eg eri ógvuliga misnøgdur við avrikið í Aserbadjan í kvøld.
So greiður var føroyski landsliðsvenjarin Lars Olsen, tá ið hann í samrøðu við Trónd Arge á FM1 tók samanum eftir 2-0 tapið á útivølli í Baku ímóti Aserbadjan.
-Fyrri hálvleikur var ógvuliga lakur, og tað var neyðugt at tosa við stórum bókstavum í steðginum. Tað bar ikki til, at avrikið skuldi vera so vánaligt. Ikki yvirfyri teimum, sum ferðast saman við okkum, teimum sum fylgja við okkum heima í Føroyum og yvirfyri okkum sjálvum, segði Lars Olsen, og hann helt fram:
-Tað var væl betri í seinna hálvleiki. Tá vístu vit væl betri hugburð, og vit tordu betri at samanspæla og raka hvønn annan. Vit broyttu spælskipan. Eg kundi havt skift nógvar spælarar út, men broytta spælskipanin – frá 3-5-2 ella 5-3-2 og til 4-2-3-1 – gjørdi, at Rógvi Baldvinsson varð fluttur á vongverjan í vinstru, at Odmar Færø varð fluttur fram á verjukent miðvallarpláss, og at Brandur Hendriksson Olsen varð fluttur úr vinstru og inn á framrættað sentralt miðvallarpláss. Hetta riggaði betur, og tað hava vit í huga, nú vit fara at eftirmeta og fyrireika okkum til avbjóðingina á Malta týskvøldið.
Ætlar tú at gera fleiri broytingar?
-René Schak Joensen er tøkur aftur eftir leikbann. Tað er møguleiki fyri, at hann verður á miðvøllinum, men vit hava ikki tikið støðu til enn, um aðrar broytingar verða gjørdar, sigur landsliðsvenjarin Lars Olsen.