Tað eru í dag tvær vikur til HM endaspælið í fótbólti byrjar í Brasil. Hetta kemur sjálvandi at seta sín dám á in.fo. Sum ein part av upptaktini hava vit gjørt eina greinarøð, sum eitur “Eg og mítt HM”, har vit spyrja ymisk fólk nakrar spurningar í samband við HM í fótbólti.
Fyrstur at svara er landsliðsvenjarin á føroyska A-landsliðnum hjá monnum, Lars Olsen:
Hvussu kemur HM at ávirka títt summar og hvussu nógv fert tú at fylgja við?
- Eg fari at hyggja eftir teimum mest áhugaverdu dystunum í innleiðandi spælinum. Frá fjórðingsfinaluni, so ætli eg mær at síggja so nógv sum gjørligt
Hvørjum fert tú at halda við og hví?
- Týsklandi. Eg havi altíð hildið við teimum og teir hava eisini altíð staðið seg væl í endaspølunum.
Hvat gleðir tú teg mest til í samband við HM?
- Eg gleði meg mest til at síggja hvussu tey evropsku londini koma at kára seg í Suðuramerika.
Hvat er títt fyrsta HM minni?
- Tað er Pelé og Brasil frá HM í Meksiko 1970
Hvat HM endaspæl stendur sterkast í minninum?
- HM 1974. Týskland vann og Holand við Johan Cruyff spældi fantastiskan fótbólt
Hvør væntar tú vinnur HM?
- Eg vóni at Týskland vinnur, men heilin sigur at tað verður Brasil
Hvør væntar tú stendur eftir sum besti spælarin í HM 2014?
- Neymar (Brasil)
Næstur í røðini at svara er landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen.