Lars: Hetta er tað størsta hjá mær

Venjarin staðfestir, at nú eiga Føroyar eitt rættiligt fótbóltslið

Hann hevur verið undir nógvum kritikki. Aftur og aftur hevur verið víst á, at føroyska liðið er tannleyst, og at spurningurin bara hevur verið, hvussu stór tapini fóru at verða.

 

Í kvøld var føroyski venjarin Lars Olsen bæði fattur og fegin, tá ið hann hitti Trónd Arge á Rás2.

 

– Eg havi so mangan staðið og sagt, at vit høvdu betri uppiborið enn at tapa, tí spælið var til at vinna stig. Í kvøld vunnu vit, og eg haldi, at vit høvdu uppiborið at vinna, hóast grikkarnir høvdu bóltin meiri. Vit hava arbeitt nógv og miðvíst, og í kvøld sóu vit úrslitið. Spælararnir eiga alt rós uppiborið, og eg ivist ikki í, at hetta úrslitið fer kring allan heimin í kvøld.

 

Hvussu metir tú hetta í tínum fótbóltslívi?

 

– Tá flokki eg tað upp í lívið sum spælari og sum venjari. Eingin ivi er í, at í mínum lívi sum venjari er hetta tað størsta, sum eg havi verið við til, staðfesti Lars Olsen, sum ikki hevði orð fyri, hvussu fegin hann var um hugburðin og spælið hjá hansara monnum.

 

– Vit hava arbeitt miðvíst við at betra um tingini. Seinastu ferðirnar hevur tað verið eyðsýnt, at tað hevur gingið rætta vegin, og eftir avrikið í kvøld kunnu vit staðfesta, at nú eiga vit eitt gott fótbóltslið, sigur Lars Olsen í samrøðu á Rás2.