Lars Løkke Rasmussen hevur í dag tikið við sum formaður í Vinstra eftir Anders Fogh Rasmussen Tað var á eykalandsfundi í dag, at Vinstri fekk nýggjuan formann.
-Tað skal ikki vera nakað dulsmál, at hetta er ein stórur dagur fyri lítla Lars úr Græsted, segði Lars Løkke Rasmussen, tá landsfundurin hevði valt hann til formann, og eftir at Anders Fogh Rasmussen hevði takkað fyri seg.
Nýggi formaðurin segði millum annað, at tað er sera umráðandi, at Vinstri virkar sum eitt lið, um flokkurin skal varðveita stjórnarvaldið aftan á næsta fólkatinsgval.
Lars Løkke Rasmussen var næstformaður í Vinstra undan landsfundinum í dag, og tað starvið hevur Kristian Jensen, skattamálaráðharri, nú.