Flogfelag Føroya hevur verið frá tí at reglulig flogferðsla tók seg upp fyrst í sekstiárunum. Felagið tók fyrstu stigini til at fáa regluliga flúgving til Føroya.
Tað var í juni mánað í 1963 at sørvingarnir Lars Larsen og Hugo Fjørðoy tóku stig til at stovna Flogfelag Føroya. Hugo Fjørðoy tók seg burturúr í 1992, og í 1993 varð felagið skipað sum tvey partafeløg.
Felagið hevur gjøgnum árini ment seg til eina stóra fyritøku við millum 40 og 50 starvsfólkum.
Nú tá fyritøkan varð seld, fevndi virksemið hjá feløgunum um Hotel Vágar, kafeteria á flogvøllinum, skrivstovu og olju avgreiðslu fyri Statoil á flogvøllinum, ferðaskrivstovuna í Havn, partvís matstovuna Rio Bravo eins og Hertz, sum leigar út bilar.
Tað er sølu-og marknaðarstjórin hjá Atlantsflogi seinastu sjey árini, Kent Christensen í Vestmanna, ið saman við øðrum íleggjarum í Vestmanna hevur keypt meginpartin av partabrøvunum í P/F Flogfelag Føroya og Sp/F Flogfelag Føroya. Hinir partaeigarnir eru Tummas Christophersen, reiðari, og Dánjál J. Andreasen, sum er stjóri í Kollafjord Pelagic. Kent er sjálvur høvuðspartaeigari.
Nýggju eigararnir hava keypt Hotel Vágar, kafeteria, avgreiðsluna á flogvøllinum, ferðaskrivstovuna í Havn, helvtina av matstovuni Rio Bravo eins og helvtina av Hertz-bilútleigan. Kent Christensen verður sjálvur stjóri í samlaðu fyritøkuni og fer at hava sæti á høvuðsskrivstovuni í Gundadali.
Lars Larsen
Leygardagin 3. mars 2007 var móttøka á Hotel Vágum í sambandi við at Lars Larsen fylti 80 ár.
Lars er føddur í 1927, og hevur hann verið mitt í 30-unum, tá hann var við til at stovnað Flogfelag Føroya, og nú hann er fyltur 80, er fyritøkan, ið er hansara lívsverk, seld. Hann hevur verið stjóri í fyritøkuni líka til nú saman við svigarsoninum Una Danielsen. Í samráð við nýggju eigararnar heldur Uni áfram eina tíð afturat. Lars er annars útbúgvin elektrikari og el-installatørur.
Sum ungur arbeiddi Lars saman við eingilsku hermonnunum á flogvøllinum, so hann hevði eitt vist tilknýti til flogvøllin, áðrenn Flogfelag Føroya varð stovnað.
Lars er ættaður av Tvøroyri. Foreldrini vóru Maria, fødd Jacobsen, og Christian Larsen av Tvøroyri. Tá Lars var um sjey ára gamal, flutti familjan til Sørvágs at búgva, tá pápin gjørdist sýslumaður í Vágum í 1934.
Lars var giftur Brynhild, dóttir Olinu og Martin Jacobsen úr Sørvági. Tey fingu døturnar Maritu og Anniku, sum báðar arbeiða hjá Flogfelagnum. Brynhild andaðist í 2002, 71 ára gomul.
Lars eigur 7 abbabørn og eitt langabbabarn.
mg.