Tað eru ikki altíð tær vakrastu glósurnar, sum verða sendar eftir fótbóltsdómarum, tá dystir verða spældir.
Ofta verður sagt, at tað krevur sín mann at døma dystir, men tað kann so sanniliga eisini krevja sína kvinnu.
Hjá kvinnum varð tað í øllum førum Elsa Andreasen, sum fekk flestu atkvøðurnar, tá besti dómarin skuldi finnast. Hon vann heiðurin framman fyri Rana Skaalum og Hans Eiler Hammer.
Sjálv fegnaðist Elsa um heiðurin, men hon kundi samstundis staðfesta, at hon verður í burðarfarloyvi tað mesta av komandi kappingari, men at hon avgjørt væntaði, at hetta bert verður eitt farloyvi og ikki eitt stopp fyri dømingini.
Hjá monnum fekk Lars Müller heiðurin sum ársins dómari. Hann fekk heiðurin í kapping við Petur Reinrt og Ransin N. Djurhuus.