Lars Olsen: Atli hevur sjálvsálit

Landsliðsvenjarin avdúkaði spælskipan og sendi eina heilsan til Atla Gregersen

##med2##

Føroyska A-landsliðið hevur í dag havt sína seinastu venjing undan EM-undankappingarlandsdystinum móti Malta, sum verður á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45. Eftir tíðindafundin í dag segði Lars Olsen, at hann heldur fast í somu spælskipan við trimum í miðverjuni.

- Vit halda fast í somu spælskipan, tí eg haldi at tað riggaði væl móti Rumenia, men vit vita ikki um allir spælararnir eru tøkir. Vit vita at vit skulu hava ein avloysara fyri Gilla og so eru ivamálini Rógvi Baldvinsson og Brandur Hendriksson.

##med3##

Á tíðindafundinum boðaði Atli Gregersen frá, at hann gevst á landsliðnum eftir hesa EM-undankappingina. Lars Olsen rósti miðverjanum, sum ikki altíð hevur verið í tonkunum hjá Lars Olsen.

- Eg var venjari hjá honum í Randers og valdi hann frá. Tá eg kom til Føroyar stóð hann aftur her. Eg valdi hann frá eina tíð, tí eg metti at vit skulu satsa upp á yngri kreftir, men Atli er ein maður við sjálvsáliti og hann prikaði meg allatíð og spurdi, um eg ikki hevði brúk fyri honum, sigur Lars Olsen.

Hetta er seinasti heimadystur hjá bæði Lars Olsen og Atla Gregersen. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá EM-landsdystinum, sum verður týskvøldið klokkan 19.45. Upptakt byrjar eftir tíðindini klokkan 17.

##ms##

FM1: Samrøða við Lars Olsen undan landsdystinum móti Malta