Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur boðað frá at tað verður ein kollvelting á føroyska liðnum, sum spælir móti Portugal hóskvøldið. Spælskipanin verður broytt og nýggir menn koma á vøllin.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
Spælarar sum Sonni Ragnar Nattestad, Hallur Hansson, Brandur H. Olsen, Fróði Benjaminsen og Jóhan Troest Davidsen eru ikki við. Tí hevur Lars Olsen í huga, at broyta skipan fyri at styrkjan miðaksan.
- Eg siti framvegis við tonkunum um at spæla við trimum í miðverjuni, og so við vongbakkum. Síðani skulu vit hava fýra á miðjuni, sum skiftivís hjálpa til úti á vengrunum, sigur Lars Olsen.
Les eisini: Hallur Hansson ikki tøkur til Andorra
Hann sigur víðari, at talan helst verður um Atla Gregersen í miðjuni við Odmari Færø og Rógva Baldvinsson sum høgri og vinstri miðverji. Tað tykist rímiliga upplagt við Viljormi Davidsen og Jónasi Tór Næs á vongbakkunum, men stóri spurningurin er hvussu miðvøllurin verður mannaður.
Her nevndi landsliðsvenjarin bæði Karl Løkin (NSÍ) og Eli F. Nielsen (B36) sum møguleikar mitt á miðjuni, í eini spælskipan við tveimum verjukendum og tveimum meiri framrættaðum miðvallarum, meðan aðrir spælarar sum Róaldur Jakobsen, Sølvi Vatnhamar, Kaj Leo í Bartalsstovu og Gilli Rólantsson blivu nevndir til plássini longur frammi.
Ongin ivi er um, at Jóan Símun Edmundsson verður fremstur, men her vísti Lars Olsen eisini á, at toftamaðurin er bara eitt gult kort frá at fáa leikbann til dystin móti Andorra. Landsliðið venur í løtuni í Portugal.
Myndir: (FSF) Landsliðið til venjing í gjár