Í morgin skal føroyska landsliðið spæla móti Kasakstan á Tórsvølli. 6. septembur taptu vit 2-1 fyri Kasakstan í Astana. Vit blivu mest sum snýttir fyri sigurin, tá tað brádliga bleiv bríkslað fyri brotssparki til Kasakstan tíðlíga í seinna hálvleiki. Føroyar var tá á odda 1-0.
- Eg veit ikki um vit beinleiðis blíva snýttir. Jú, vit blíva snýttir av brotssparkinum, sum broytir dystin, men vit mugu ikki gloyma, at Kasakstan spældi betri enn vit, sigur Lars Olsen stutt eftir seinastu venjingina í dag.
Ferðin til Kasakstan var drúgv. Lars er ikki í iva um, at vit eru eitt betri lið á heimavølli.
- Nú spæla vit í Føroyum og tað ger, at vit blíva eini 25 prosent til 30 prosent betri. Tí trúgvi eg, at vit kunnu vinna dystin. Tað verður ikki uttan tógvið stríð, tí Kasakstan er eitt gott lið, sigur Lars Olsen.
Hóast Kasakstan er tað veikasta mótstøðuliðið í bólkinum, so broytir tað lítið upp á tað føroyska útgangsstøðið.
- Útgangsstøðið verður áleið tað sama, sum tað altíð er. Vit hyggja sjálvandi eftir mótstøðuliðnum og hvørjar eginleikar teir hava, men fyri tað mesta, so taka vit útgangsstøðið í okkum sjálvum. Vit vilja halda fram við spæla á tann hátt vit hava spælt, sigur Lars Olsen víðari.
Lars Olsen vil hava liðið longur fram á vøllin, tí vit skulu skapa fleiri málmøguleikar.
- Vit koma longur fram á vøllin við tí vón, at vit vinna bóltin longur frammi á vøllinum, so tað er styttri til málið hjá hinum. Ætlanin er at skapa fleiri møguleikar enn eitt nú í Kasakstan, tá vit gott nokk skora, men skapa bara tveir til tríggja møguleikar. Kunnu vit koma upp á sjey ella átta møguleikar, so er sannlíkindini størri at skora, sigur landsliðsvenjarin.
So er spurningurin um vit skulu vænta okkum stig?
- Vónin er at fáa stig. Hetta er veikasta liðið í bólkinum og vit fara eftir at vinna, sigur Lars Olsen at enda.
Landsdysturin millum Føroyar og Kasakstan verður í annaðkvøld klokkan 18 á Tórsvølli. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum og byrjar at senda klokkan 15.