Føroyska landsliðið hevur fyrrapartin sína seinast venjing undan Nations League landsdystinum móti Malta, sum verður fríggjakvøldið. Her boðaði føroyski landsliðsvenjarin frá, at Gunnar Vatnhamar byrjar inni.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
- Eg kann siga so mikið sum, at Gunnar Vatnhamar byrjar inni. Hann er ein spælari, sum vit hava fylgt í eina tíð. Hann spælir ikki altíð høgri bakkur, men vit halda at hann hevur eginleikarnar at spæla høgri bakkur á landsliðnum, sigur Lars Olsen við FM1.
Les eisini: Gunnar Vatnhamar byrjar inni
Føroyski landsliðsvenjarin er spentur upp á uppgávuna í morgin. Hann heldur fyri, at vit skulu vinna dystin, men at vit samstundis mugu vísa størstu virðing fyri gestunum av Malta. Hann fegnast eisini um, at semja er komin til føroysku spælararnar og Fótbóltssambandið.
Les eisini: Semja - ongin "DBU-kreppa" á føroyska landsliðnum
Landsdysturin millum Føroyar og Malta byrjar klokkan 19.45. FM1 byrjar at senda við landsliðsdámi longu frá klokkan 10 í morgin, har tað ber til at vinna tvær landsliðstroyggur, sum allir spælararnir hava skrivað á.