Landsliðsvenjarin hjá Føroyum, Lars Olsen, roknar ikki við nøkrum løttum dysti á útivølli ímóti Kasakstan í morgin, men tvørturímóti væntar hann harða mótstøðu frá heimaliðnum.
Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at fjølmiðlarnir í Kasakstan vístu stóran áhuga fyri Føroyum og føroyska landsliðnum, tá tíðindafundur var undan síðstu venjingini hjá landsliðnum í dag.
Har staðfesti venjarin millum annað, at um Kasakstan skal gera sær vónir um at vinna nakran dyst í hesi undankappingini, so skal tað helst vera ímóti Føroyum:
– Men okkara spælarar fara eisini at gera alt fyri at fáa stig, og helst vinna dystin, tí hetta er eisini okkara møguleiki, segði Lars Olsen.
Afturi í 2003 spældu Føroyar og Kasakstan tveir venjingardystir í Føroyum, og vunnu Føroyar tann fyrra 3-2 og tann seinna 2-1.
Dysturin í morgin byrjar klokkan 21 lokala tíð, sum er longu klokkan 16 føroyska tíð, og FSF-heimasíðan væntar, at eini 10.000 fólk koma at hyggja at dystinum, sum verður spældur á Astana Arena.