Her eru nakrar av greinunum, sum vórðu mest lisnar á in.fo í gjár.
Her er talan um sterkar reiðarar og peningasterk feløg, ið man má siga hava fingið eitt heilt øki her norði at reisast. Tá man hoyrir slíkar hóttanir sum at steingja og niðurleggja virksemi og arbeiðspláss, so er tað ógvuliga harðligt, og eftir mínum tykki nokk so órimiligt. Eg haldi tað er órímiliga hart spinn, ið gongur fyri seg.
Vilja góðkennast av Heilsutrygd
Felagið Føroyskir Psykoterapeutar stríðist fyri at verða góðkent av Heilsutrygd, soleiðis, at tryggingin tekur við, tá ið fólk søkja sær hjálp frá psykoterapeutum.
Í kvøld letur upp nýggj og serstøk café í Vági. Hetta hendir í hølunum, ið fyri brátt mongum árum síðani vóru biografur, og sum seinnu árini hava hýst handlinum hjá Sirri.
Dripni hvølpurin: Hvat hendi honum?
Hvat hendi við hundahvølpinum, hvussu doyði hann og hvør stóð aftanfyri ræðuligu hendingina í Sandavági í farnu viku? Tað eru spurningarnir, sum løgreglan framvegis arbeiðir við. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at enn er kanningararbeiði ikki komið á mál, men framvegis verður leitað eftir prógvum í málinum.
Skotski venjarin rósar føroyska liðnum
U17 landsliðsvenjari hjá Skotlandi er Scotland “Scot” Gemmill, sum er fyrrverandi Premier League spælari í Nottingham Forest og Everton. Hann hevur eisini spælt á skotska landsliðnum og var við báðum ferðir, tá Føroyar fingu stig móti Skotlandi um aldarskiftið á Svangaskarði.