Las Vegas: Skeyt eftir tangum á flogvøllinum

Stephen Paddock royndi at spreingja brennievnistangarnar á flogvøllinum

Maðurin, ið er undir illgruna fyri at drepa 58 fólk í Las Vegas 1. oktober, royndi, sambært nýggjum upplýsingum frá løgregluni, eisini at spreingja brennievnistangar við flogbrennievni, ið stóðu á flogvøllinum í býnum. Tað upplýsir Ritzau tíðindastovan.


Sambært Joe Lombardo, ið er sjeriffur í Clark County, hava kanningar av skottilburðinum víst, at Stephen Paddock skeyt fleiri skot eftir tangunum.


Tað bar til tí at flogvøllurin í Las Vegas, McCarran International Airport, liggur nærhendis hotellinum, har Stephen Paddock byrgdi seg inni á 32. hædd og skeyt eftir áhoyrarunum til eina kontrikonsert.


Áðrenn tað eydnaðist løgreglufólkum at handtaka 64 ára gamla Stephen Paddock drap hann seg sjálvan.
Ritzau skrivar, at tað enn ikki hevur eydnast myndugleikarnir at staðfesta hvat motivið var til hópdrápið, ið er tað størsta hópdrápið í USA í nýggjari tíð.