Listamaðurin Ole Wich hevur sett ein lasara upp á Tinganesi, sum skal vísa, hvar vatnskorpan verður, um innlandsísurin bráðnar og havið hækkar Lasaraljósið verður at síggja sjey metrar omanfyri núverandi vatnskorpu í Havn. Ljósið kemur frá einari lasarastandmynd sum stendur uttast á Tinganesi, og skal vísa, hvussu nógv heimshøvini fløða, um grønlendski innlandsísurin bráðnar.
Dimmalætting skrivar, at tað er listamaðurin og provokatørurin Ole Wich, sum hevur tikið stig til at seta lasarastandmyndini upp. Verkætlanin hevur fingið navnið »Thawshavn«.
Vitin verður tendraður klokkan 21 í kvøld. Í tí sambandi verður almenn fernisering á Tinganesi. Øll eru vælkomin út á nesið at tendrað verður.