Klokkan 8.45 í morgun fleyt olja á vegnum heilt frá Skarðshjalla, eftir landsvergnum, Vegnum Langa og niðan móti Karla Magnusarbreyt.
So mikið av olju var á vegnum, at bilarnir gliðu.
Boðini vórðu send til sløkkiliðið í Havn og til Landsverk, sum fóru at reinsa vegin.
Politiið fann skjótt fram til lastbilin, sum hevði likið oljuna. Hann hevði verið á Hjalla eftir gróti og koyrt tað til eitt byggipláss í Hoyvíkshaganum.
Sambært politinum kann lastbilaførarin vænta at verða skuldsettur fyri dólkingina, og eigarin fær rokningina fyri uppruddingina.