Lasha heimsmet við tyngstu lyftum nakrantíð

Við heimsmeistarastevnuna í vektlyfting, sum hevur verið í Tashkent í Uzbekistan í hesum døgum, setti 28 ára gamli georgiski vektlyftarin Lasha Talakhadze í dag heimsmet í tyngsta vektflokkinum 109+ kilo og lyfti tað mesta, ið nakar nakrantíð hevur megnað.

 

Talakhadze lyfti 225 kilo í trekk (snatch), 267 kilo í stoyt (clean and jerk) og harvið samanlagt 492 kilo (total). Sostatt nærkast Lasha teim magisku 500 kilounum ella einum hálvum tonsi.

 

Hann átti sjálvur undanfarna heimsmet í trekk og samanløgdum, sum hann setti við OL í Tokyo fyrr i ár við 223 kilo í trekk og 488 kilo samanlagt. Hann stoytti tá 265 kilo.  Hvítarussarin Leonid Taranenko stoytti 266 kilo við OL í 1980 í Moskva og var tað inntil í dag tað tyngsta stoytið og lyftið nakrantið. 

 

Lasha hevur higartil havt eina einastandandi ferð sum vektlyftari, og er tvífaldur olympiskur meistari, fimm ferðir heimsmeistari og somuleiðis fimm ferðir evropameisteari. Hann er 28 ára gamal, vigar áleið 177 kilo og er 197 sentimetrar høgur.

 

Sostatt er hann eitt sindur av einum risa, og serliga situr hansara styrki um lendarnar og lørini. Hetta er ein avgjørd fortreyt fyri at kunna lyfta so tungar vektir, tí í bæði trekk og stoyt skal lyftarin niður at sita ella húka, áðrenn hann reisist upp aftur at fáa vektstongina upp um høvd.

 

Í trekk, har ið handagrebið um stongina er breitt, skulu armarnir strekkjast beinanvegin. Í stoyt, við smølum handagrebi er lyftið í tveimum, fyrst upp á akslarnar og síðani upp í strektar armar.

 

Vektlyfting, sum formliga kallast olympisk vektlyfing, tí at hetta er ein av elstu olympisku ítróttargreinunm, verður ofta eisini rópt teknisk vektlyfting. Orsøkin er, at sjálvi lyftini krevja ávísan smid- og fimleika eins og ávísan lyftiteknikk fyri at knógva tungu byrðuni.

 

Fylgja væl við í Føroyum

 

Í Føroyum verður fylgt væl við, hvussu ið tað verður lyft til stóru stevnurnar. Gamaní eru føroysku lyftararnir ikki enn klárir til so sterkar kappingar, men framstigini eru týðulig, og vant verður miðvíst fram ímóti kappingum her og uttanlands. Venjarin hjá føroyingunum er danin Frank Petersen, sum var partur av danska landsliðnum, sum kappaðist í Uzbekistan.

 

Føroyameistarastevnan verður aftur 19. mars komandi ár, og um heystið verður Norðurlendska meistarastevnan, har ið føroyingar fara at kappast beinleiðis umboðandi Føroyar. Vektlyfting í Føroyum er skipað undir Føroya Styrkisambandi saman við styrkilyfting, kúlulyfting og krossfitt.