Lasse Klein kennir seg ikki hóttan, hóast hann sambært berandi kreftum í danska blaðmannafelagnum hevur framt brot á lógina um upphavsrætt.
- Eg kann ikki hugsa mær, at teir fara víðari við málinum. Teir skuldu heldur fegnast um, at greinir teirra verða nýttar, sigur Lasse Klein. Hann vísir á, at hóast greinin í Weekendavísini um bretsku Blair-stjórnina varð nýtt sum útgangsstøði í lesarabrævi hansara um Tjóðveldis- og Fólkaflokkin, varð talan um egin sjónarmið, sum hóska til føroysk viðurskifti.
- Tveir dagar eftir, at eg fekk áheitan frá Fregnum at skriva til blaðið, læs eg úr Weekendavísini, og tá gjørdi eg av at nýta greinina um bretsk viðurskifti til mína egnu skriving í Fregnum, og fólk eru samd við mær í, at somu hugsanir eru galdandi fyri føroysku samgonguna, sigur Lasse Klein.
Ásannar eisini mistak
Tó sigur sjálvstýrismaðurin úr Eysturoynni, at hann skuldi havt upplýst um kelduna.
- Eg havi viðgingið, at eg skuldi gjørt greitt, hvaðani íblástur mín kom, og tað er so eitt mistak, eg ásanni, og so er málið út av verðini, sigur Lasse Klein, sum als ikki metir talan vera um nakað lógarbrot.
- Vit fáa øll íblástur okkara ymsastaðni frá, og um hetta skal dragast fram, skulu rættiliga nógv onnur mál eisini fram í ljósið, vísir hann á. Lasse spyr, hvussu ein t.d. kann skriva nakað um Magnus Heinason, um hann ikki hevur fingið upplýst um søguligu mannin í søgubókum okkara, og á henda hátt nýta vit øll keldur ymsastaðni frá til egið brúk.
- Stórir søguligir menn høvdu vent sær í grøvini, um teir ikki vórðu endurgivnir av ættarliðunum eftir teir, vísir Lasse Klein á.
Yvirdrivið
Lasse Klein harmast um, at gerð hansara á henda hátt verður gjørd til nógv meiri, enn hon í veruleikanum er.
- Eg havi bert lýst føroysku politisku viðurskiftini við støði í útlendskari grein, sum hóskaði sera væl til, og tískil er hetta yvirdrivið, har alt ov harðliga er farið til verka.
Hóast hann ásannar, at hann skuldi upplýst um kelduna úr Weekendavísini, metir hann seg als ikki hava framt revsivert brot á lógina um upphavsrættin, og hevur hann ongar viðmerkingar til skuldsetingarnar frá danska blaðmannafelagnum.