Fótbóltur
Nú hevur Lassin Isaksen fingið sín fyrsta A-landsdyst í eini HM-kapping at døma. Talan er um dystin millum Liktinstein og Ísrael tann 2. juni.
? Eg eri sera fegin um hesa uppgávuna. Eg hevði vónað, at eg fór at fáa ein U21 landsdyst skjótt, so tí kemur hetta eitt sindur óvæntað, sigur Lassin Isaksen.
Lassin hevur verið altjóða dómari síðani 1996, og hesi árini hevur hann dømt fleiri enn 20 ungdómslandsdystir, hann hevur dømt í UEFA Cup kappingini, og hann hevur tikið sær av tveimum venjingardystum hjá A-landsliðum.
Hetta er fyrsta ferðin, at Lassin fær eina stóra uppgávu í HM-kappingini.
Góð skoðsmál
Hvørja ferð ein altjóða dystur verður spældur, er tað onkur sum heldur eyguni við dómaranum og metir um avrikið.
Soleiðis hevur eisini verið í øllum dystunum hjá Lassin, og hóast hann ikki vil siga nakað um, hvussu skoðsmálini hava verið, mugu tey hava verið á eini leið, tá hann nú fær eina HM-uppgávu.
? Eg havi sett mær nøkur smá mál fyri framtíðina, og tað næsta var at fáa ein U21 landsdyst. Eg hevði ikki droymt um, at eg fór at fáa ein A-landsdyst í eini HM-kapping so skjótt, sigur Lassin.
Hann heldur ikki, at tað er stórt øðrvísi at døma eina A-landsdyst og ein ungdómslandsdyst.
? Umstøðurnar eru ymiskar, og tað er læruríkt, men tá tú fert á vøllin fyri at døma, ert tú akkurát líka konsentreraður í einum U-landsdysti sum í einum A-landsdysti, sigur hann.