Lastbilur fór út av í hálku

Bilurin tók 30 metrar av bilaverjuni við sær

Tíðliga í morgun varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein lastbilur var farin út av á Velbastaðhálsi. Løgreglan sigur, at hann fór tvørtur ígjøgnum bilaverjuna og tók einar 30 metrar av bilaverju við sær, áðrenn hann endaði á liðini. Bæði løgregla, sjúkrabilur og Landsverk vórðu boðsend á staðið. Men tað var ikki brúk fyri sjúkrabilinum, tí bilførarin fekk ongan skaða. Løgreglan sigur eisini, at bilurin var væl skøddur.

 

Landsverk fór síðani at salta vegin um Velbastaðháls.  Eina løtu seinni fekk løgreglan eisini boð um, at ein bilur hevði verið fyri óhappi á Kaldbaksvegnum, men haðani hevur løgreglan annars ikki frætt nakað, so tey vita ikki, hvat er í tí.

 

Annars boðar Landsverk ikki frá hálku nakrastaðni beint nú, men hinvegin er nakað av vindi ymsastaðni, 25 – 30 metrrar um sekundið.