Lastbilur útav oman fyri Hov

Á middegi mánadagin fór ein lastbilur, lastaður við gróti, útav vegnum oman fyri Hov. Vegurin er ov veikur og orkaði ikki vektina, tá lastbilurin mátti halda av fyri mótgangandi ferðslu

Um 12 tíðina mánadagin fór ein lastbilur útav vegnum oman fyri Hov. Vegurin skrædnaði undan, tá lastbilurin helt av fyri mótgangandi ferðslu, og lastbilurin koppaði niðan av vegnum. Bilurin var lastaður við gróti.
Hóast royndan bilførara, so hendi óhappið, og kønir á staðnum siga, at vegurin fleiri staðni er skrædnaður við vegjaðaran. Lukkutíð hendi óhappið ikki longur uppi, tað vil siga á Hovsegg, tí so hevði óivað talan verið um sera álvarsligt óhapp. Eisini var betur, tá nú óhapp var á ferð, at bilurin koppaði niðan av vegnum, tá vegurin fór undan tunga lastbilinum.
Seinnapartin mánadagin kom gravkúgv á staðið og tók grótið frá bilinum, sum síðani var tikin upp. Eingin mansskaði hendi, tá lastbilurin koppaði niðanav vegnum