Nú verður lastin á Ågot tømd fyri fisk, og so skal ein roynd verða gjørd at fáa skipið upp á beding.
Soleiðis er støðan í Klaksvík í løtuni.
Ætlanin er at gera eina roynd at fáa Ågot upp á beding, tá skipið er tømt. Ågot hevði verið til fiskiskap, og var komin á Klaksvík at landa, tá óhappið hendi.
Nú er so ætlanin at fáa skipið tømt fyri fisk og so skal Ågot á onkran hátt fáast á beding.
Brimil er komin til Klaksvíkar, at hjálpa til við møguligari flytan av Ågot. Men fyribils skal skipið so tømast fyri lastina, og so skal ein roynd verða gjørd at fáa Ågot á beding